Skurðlækni heldur fram

Landssjúkrahúsið hevur kortini valt at leingja sáttmálan við Kristján Skúla Ásgeirsson. 

Landssjúkrahúsið hevði ætlað at flyta skurðviðgerðina av kvinnum við bróstkrabba til Danmarkar, og tí varð sáttmálin við Kristján Skúla Ásgeirsson ikki longdur upprunaliga. Men nú sigur Landssjúkrahúsið á ls.fo, at  Landssjúkrahúsið kortini hevur valt at leingja sáttmálan við læknan.

– Landssjúkrahúsið hevur í seinastuni kannað møguleikarnar at flyta viðgerðina av bróstkrabbasjúklingum til Danmarkar í eina pakkaviðgerð, eins og føroyskir sjúklingar við øðrum krabbasjúkum fáa. Men ivamál førdu við sær, at Landssjúkrahúsið ikki vildi bíða longur og tí valdi at leingja avtaluna við Kristján Skúla, siga tey á heimasíðuni.

Landssjúkrahúsið fer frameftir at hava tætt samskifti við Krabbameinsfelagið um at framtíðartryggja sjúklingagongdina hjá bróstkrabbasjúklingum.