Søkja eftir føroyskum ph.d.-lesandi innan sosialpolitikk

Fyri fyrstu ferð nakrantíð er peningur játtaður til ph.d.-verkætlan innan sosialpolitikk í Føroyum. Í tí sambandi verður nú søkt eftir umsøkjarum til ph.d.-lestur, har høvuðsdentur serliga skal vera lagdur á at granska árinini av teimum arbeiðsfremjandi tiltøkunum her á landi.

Verkætlanin er úrslit av einum samstarvi millum Almannaverkið, Fróðskaparsetrið og Roskilde Universitet.

Landsstýriskvinnurnar Eyðgunn Samuelsen og Rigmor Dam gleðast um, at hetta samstarvið er fingið í lag.

-Hetta er ein spennandi og ikki minst týðandi verkætlan, sum føroyska samfelagið kann fáa stóran ágóða av. Vónandi er hetta byrjanin til at fáa økt um granskingina innan sosiala økið í Føroyum og ikki minst áhugan fyri tí, siga tær báðar landsstýriskvinnurnar í felags fráboðan.

Freistin at søkja um at skriva ph.d.-verkætlan um sosialpolitikk í Føroyum er 5. januar 2018.

Les meira um phd-lesturin her