Í dag setti Jógvan Skorheim, borgarstjóri fyrsta spakan í til byggingina av Bláa skýlinum við vøllin við Djúpumýru.
Tíðindaskriv frá Klaksvíkar kommunu,
Herfyri vórðu tekningarnar til Bláa skýlið endaliga góðkendar, og í dag varð so fyrsti spakin settur í til byggingina. Umframt áskoðarapláss verða eisini góðar umstøður til eitt nú at skifta og til dómararnar.
Bláa skýlið verður staðsett eystan fyri KÍ-høllina, og bygningurin lýkur øll krøv hjá UEFA og er harvið eitt stórt fet fram ímóti, at altjóða fótbóltsdystir kunnu spælast í Klaksvík.
Tá ið borgarstjórin hevði sett spakan í, var hugnaløta á loftinum í KÍ-høllini, har umboð fyri Klaksvíkar kommunu, KÍ og FSF vórðu boðin við. Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini beyð vælkomin, og harafturat greiddi Svend Sivertsen, arkitektur frá, hvussu Bláa skýlið verður innrættað.
Bláa skýlið er mett at kosta góðar 11 milliónir og verður bygt í samstarvi millum Klaksvíkar kommunu, Klaksvíkar ítróttarfelag og Fótbóltssamband Føroya.