Spania avtekur katalanskt sjálvstrýri

Spanskir myndugleikar høvdu givið katalansku stjórnini freist til í dag at koma við greiðum svari um loysingina. Nú hevur spanska stjórnin boðað frá, at hon fer at steðga katalanska sjálvstýrinum. 

Charles Puidgemont, forsetin í Katalonia, hevði freist at svara sponsku stjórnini, um Katalonia hevði loyst í morgun klokkan 8.00 okkara tíð. Mánadagin var onnur freist at svara sama spurningi, men spanska stjórnin góðtók ikki svarið, sum hon segði var ógreitt. Puidgemont segði tá, eins og hann áhaldandi hevur sagt, at Katalonia er klárt at samráðast og heitti á sponsku stjórnina at koma til samráðingarborðið.

Nú hevur spanska stjórnin boðað frá, at hon ætlar at avtaka katalanskt sjálvstýri. Arbeiðið við at steðga sjálvstýrinum byrjar leygardagin, tá ið ein stjórnarfundur verður í Madrid. Eftir hetta byrjar arbeiðið væntandi so líðandi.

Sambært The Independent sendi Charles Puidgemont annars bræv til Mariano Rajoy, forsætismálaráðharran í Spaniu stutt undan freistini í morgun, har hann hótti við at lata katalanska tingið atkvøða um at staðfesta loysingina, um sponsku myndugleikarnir ikki komu til samráðingarborðið.

Spátt verður í fleiri altjóða miðlum, at uppreistur kann gerast úrslitið, um núverandi gongdin heldur fram. Støðan er spent og havast skal í huga, at katalanska sjálvstýrið varð innført við grundlógini frá 1978, tá ið Franco doyðið. Hann hevði avtikið katalanska sjálvstýrið í 1938. Spanska grundlógin staðfestir rættin hjá landslutunum til ávíst sjálvstýri, men hon ásetir eisini, at landslutirnir eru sameindir í spanska ríkið.

Støðan hevur verið spent í Katalonia leingi, og í vikuni vórðu tveir leiðarar úr katalansku loysingarrørsluni handtiknir fyri at hava eggjað til uppreistur. Til sjálva fólkaatkvøðuna 1. oktobur var stórur meiriluti fyri loysing, men spanska løgreglan framdi harðskap ímóti teimum, sum atkvøddu og legði hond á atkvøðuseðlar.