Staðfestir okkara sjálvsavgerðarrætt

Annita á Fríðriksmørk er framsøgufólk hjá Tjóðveldinum í stjórnarskipanarmálinum, og hon segði í síni røðu, at uppskotið snýr seg um at staðfesta sjálvsavgerðarrætt føroyinga. Hon legði dent á, at uppskotið var onki loysingarskjal, men staðfesti rætt føroyinga at taka loysing, tá ið fólkið ynskti tað. 

– Stjórnarskipanaruppskotið staðfestir, at Føroya fólk hevur sjálvsavgerðarrætt. Tað vil siga, at Føroya fólk staðfestir við hesum sín rætt sum tjóð at gera av okkara framtíð, gera av hvat stýrislag vit skulu hava, hvørji virði skulu verða galdandi her á landi, hvørji rættindi fólkið skal hava og skyldur.

Tað segði Annita á Fríðriksmørk í røðu síni um stjórnarskipanina. Annita á Fríðriksmørk er framsøgufólk fyri Tjóðveldi í hesum málinum, sum óivað man vera ímillum týdningarmiklastu málini hjá flokkinum í samgonguskjalinum.

– Uppskotið staðfestir eisini okkara rætt at skipa okkum sum fullveldi – ella eisini lata vera, um tað er tað sum fólkið vil, legði Annita á Fríðriksmørk afturat. Hon segði eisini, at hóast Sambandsflokkurin áhaldandi vildi vera við, at uppskotið var eitt loysingarskjal, var hetta ikki satt, hóast hon sjálvandi hevði viljað, at løgtingið atkvøddi fyri loysing.

– Men lat tað verða sligið fast við sjeytummaseymi, at vit við hesum uppskoti hvørki geva okkum inn undir donsku grundlógina og taka ei heldur loysing. Vit staðfesta hinvegin sjálvsavgerðarrætt okkara, sum er hornasteinurin hjá eini hvørji tjóð, sum vil á fullveldisleið, segði forkvinnan í tingbólki Tjóðveldis, Annita á Fríðriksmørk.

Vil skipa hvørmansrættin
Annita á Fríðriksmørk tosaði eisini um hvørmansrættin, ið er rætturin at ferðast í náttúruni, í røðu síni. Hon vísti á, at Danmark er einasta landið í norðurlondum, ið ikki hevði staðfest hvørmansrættin í síni grundlóg, og tí var hvørmansrætturin ikki staðfestur í Føroyum.

– Rætturin at hjá okkum øllum at njóta føroysku náttúruna eigur at vera væl skipaður. Vit eiga ikki at kunna ganga á bøi og í veltum hjá privatfólki uttan teirra samtykki, segði Annita á Fríðriksmørk.

Annita á Fríðriksmørk vísti á ymisk átøk, ið kunnu gerast fyri at skipa rættin at ferðast í náttúrini, til at verja náttúruna, samstundis sum føroyingar fáa rætt at ferðast í náttúruni. Eitt nú helt hon, at skelti áttu at vera gjørd, sum vístu, hvar var best at ferðast í fjøllunum.

– Soleiðis kunnu vit tryggja, at ognarar ikki kenna seg at missa takið á egnari ogn og samstundis tryggja, at vit øll eiga rættin at njóta serliga vøkru náttúru okkara, segði Annita á Fríðriksmørk.

At enda segði Annita, at hon vónaði, at málið fekk eina góða viðgerð. Hon segði, at uppskotið skal savna okkum sum tjóð.

– Vit kunnu við stjórnarskipanini seta fokus á, hvat tað er, sum savnar okkum sum fólk og sum tjóð. Vit hava nógv til felags og hava ein gyltan møguleika at áseta hesi virði í eini felagslóg, segði Annita á Fríðriksmørk at enda.