Solokonsert við Stanley Samuelsen á Reinsarínum í Tórsgøtu fríggjakvøldið 24. februar.
Stanley Samuelsen fer fríggjakvøldið 24. februar at hava eina inniliga solokonsert, har hann fer at spæla guitar og framføra egnar sangir og coverløg, sum hava serligan týdning fyri Stanley. Her ímillum syngur hann nøkur løg hjá George Harrison, sum hevði blivið 74 ár, 25. februar, um hann enn var á lívi.
Umframt at spæla coverløg, hevur Stanley júst útgivið eina nýggja savnsfløgu. Eisini er Staney ein tiltikin góður Beatles tulkari, so lagt verður upp til eina spennandi og áhugaverda konsert.
Kostnaður er 150 kr.