Steðga nýtslu av mikroplasti

Náttúru- og umhvørvisnevndin hjá Tórshavnar kommunu samtykti í oktober, at kommunalir stovnar skulu steðga nýtsluni av mikroplasti. 
Mikroplast eru evarska smáir plastbitar, ið eru staðfestir í ymiskum fiskasløgum. Mikroplast er í fleiri gerandisvørum so sum tannkremi, sápu og uppvaskisvampum. Enn er óvist, hvørji árin mikroplast hevur á heilsuna hjá fólki, men mikroplast hevur álvarsom árin á náttúruna og er tí vorðið ein veruligur alheimstrupulleiki.
Tórshavnar kommuna sigur í tíðindaskrivi, at kommunan skal taka umhvørvisliga ábyrgd, og at náttúru- og umhvørvisnevndin tí hevur samtykt, at allir almennir bygningar skulu steðga nýtsluni av evnum við mikroplasti.
– Allir kommunalir stovnar, skúlar, ellis- og røktarheim, sambýli og aðrir kommunalir bygningar, sum Tórshavnar kommuna varar at, steðga við at keypa og nýta syntetiskar uppvaskisvampar og smátrevjalappar (mikrofiburlappar), stendur í tíðindunum á heimasíðuni hjá kommununi.
Mikroplast rennur út í sjógvin og verður upptikið av sjálvt smæstu kyknunum í sjónum. Tað ger, at nøgdirnar av mikroplasti verða kontrenseraðar longri uppi í føðiketuni.