Stjórnarskipanin latin løgtinginum

Stjórnarskipanin er nú latin løgtinginum til viðgerð. Eftir fyrstu viðgerð fer uppskotið vanliga grein 25. nevnd, har umboð fyri allir flokkar verða umboðaðir. 

Uppskotið um stjórnarskipan er nú latið løgtinginum. Løgmaður hevur gjøgnumgingið allar viðmerkingar, ið vórðu gjørdar um uppskotið.

“Vit politikarar fáa ofta skotið í skógvarnar, at stjórnarskipanin einans er eitt mál fyri politikarar og embætisfólk. Mongu viðmerkingar, har nógv tann størsti parturin er vanligir borgarar, ber boð um, at áhugin fyri stjórnarskipanini eru stórur millum føroyingar,” sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í tíðindaskrivi.

Uppskotið til Stjórnarskipan Føroya varð lagt til almenna hoyring ólavsøkudag 2017 við ummælisfreist til 25. august 2017. Inn komu í alt 124 ummæli. 16 av hesum vóru frá samkomum og áhugafelagsskapum. Fimm frá lands- og statsmyndugleikum. Restin, 103, vóru frá einstaklingum.

Tá ið uppskotið hevur verið til fyrstu viðgerð í løgtinginum, fer tað eftir ætlan í eina grein 25 nevnd, har umboð fyri allar flokkar verða umboðað.

Ætlanin er, at stjórnarskipanin skal til fólkaatkvøðu á flaggdegnum næsta ár.