Fyrsta málið á dagsskránni hjá í løgtinginum í dag var atkvøðugreiðsla um, hvørt stjórnarskipanin skuldi burturvísast, ella um farast skuldi undir viðgerðina í dag.
Løgtingið hevur júst atkvøtt ímóti at burturvísa stjórnarskipanina, soleiðis at uppskotið kundi koma til viðgerðar í dag. Tað vóru 17 atkvøður ímóti at burturvísa málið, ímeðan 16 vóru fyri. Samgongan stóð saman um, at uppskotið ikki skuldi burturvísast.
Løgtingsumsitingin hevði annars skrivað eitt uppritt, har mælt var til at burturvísa málið, tí løgtingsumsitingin metti, at uppskotið ikki leyk allar treytir í tingsskipanini.
Løgtingið skuldi tí atkvøða um uppskotið skuldi burturvísast ella um víkjast skuldi frá tingskipanini fyri at viðgerða málið, og løgtingið valdi tað seinna. Tí verður uppskotið viðgjørt í løgtinginum nú.