Stjórnarskipanin týdningarmesta málið

Høgni Reistrup skrivar í lesarabrævi, at stjórnarskipanin er týdningarmesta málið næsta ár. Hann leggur dent á, at føroyingar mugu berjast fyri stjórnarskipanini, sum vit hava barst fyri máli og flaggi. 

– Tað er undranarvert at vita sær, at stutt síðan varð hvørki flagg ella mál viðurkent, og at vit í egnum landi tvíhildu um annað enn okkara egna. Nú er Stjórnarskipan Føroya fyri.

Tað sigur Høgni Reistrup millum annað í lesarabrævi um stjórnarskipanina. Høgni hevur áður skrivað um stjórnarskipanina og hvussu týdningarmikil hon er.

Um stjórnarskipanin er týdningarmesta málið komandi árið, er ilt at meta um. Men stjórnarskipanin er ímillum næstu stórmálini hjá samgonguni, nú fiskivinnunýskipanin er samtykt, pensjónsnýskipanin er løgd fram og stóri skattalættin varð avgreiddur fyri nærum tveimum árum síðani.

– Tað er lætt at vísa til alt tað, sum áður er hent á frambursleið, og sum mótstøða hevur verið ímóti. Men heldur enn at gera tað, skal her verða víst á, at Stjórnarskipanin er natúrlig menning og rekur við streyminum av málum, sum hava førkað og flutt okkum fram á so mongum økjum, skrivar Høgni Reistrup víðari í lesarabrævinum.

Høgni Reistrup vísir eisini á, at forsætisráðharrin í Danmark hevur víst vælvild ímóti málinum, og at tað helst verður leingi, áðrenn føroyingar aftur verða í eini eins góðari støðu.

Les alt lesarabrævið her