Støðan í Bretlandi hættislig

Theresa May ávarar um, at onnur yvirgangsálop kunnu vera í durunum.

Eftir at yvirgangur varð framdur til konert í Manchester Arena mánadagin, hevur løgreglan í Bretlandi arbeitt við at nágreina, um bumbumaðurin framdi yvirgang einsamallur ella um hann hevði samband við ein felagsskap.

Seint í gjárkvøldi boðaði Theresa May, forsætismálaráðharri í Bretlandi, frá, at stjórnin ikki kann útiloka, at fleiri yvirgangsálop eru í durunum, tí bumbumaðurin allarhelst ikki var einsamallur. Hóttanarstøði í Bretlandi er tí formliga broytt frá at vera “álvarsom” til “hættislig.”

At hóttanarstøðan er broytt merkir ítøkiliga, at fleiri løgreglufólk vera á gøtuni. Á støðum, har fólk savnast, verða serliga nógv løgreglufólk.

ISIS hevur tikið ábyrgd fyri yvirgangsálopinum, men sum skilst var bumbumaðurin bretskur statsborgari.