Strandferðslan er dreymurin og fyrimyndin!

Brandur Enni skrivar fríggjadagsklummuna hesa vikuna.

Eftir at hava verið búsitandi mong ár í Stokkhólmi, her eg ferðist dagliga við toki, bussi ella báti millum hólmarnar, havi eg sæð almenna rúmið stigvíst verða tikið frá okkum sum búgva her í býnum. Tú sleppur ikki at festa tær í, meðan tú bíðar eftir tokinum, men ameriska reklamuvirkið Clear Channel hevur keypt sær rættin at gera alt teimum lystir, allastaðni, alt døgnið, í okra almenna býarrúmi. Sostatt er fólkaræðið á almennum plássum skert munandi seinastu árini.

Uppmerksemið frá okum ferðandi í samferðsluni er vorðið ein dýr handilsvøra, sum mong feløg ella hugsjónarfólk eru til reiðar at gjalda fyri. Men eru okur íbúgvar til reiðar at lata okra hugaheimar verða seldar á uppboðssølu? Eg havi hug at kalla yvirflóðina av reklamum fyri sjónligan ófrið. Sjónvarpið kunnu fólk sløkkja, men tá tú ferðast í tí almenna rúminum, er nokkso trupult at halda fyri eyguni (!) Hesin sjónligi ófriður við alskyns ymiskum boðskapi er eyðsæð ætlaður at ávirka okum, antin tilvitað ella ótilvitað.

Serliga er tann ótilvitaða ávirkanin ræðandi, tí okur kunnu á ongan hátt stýra henni, okur eru seldar geitir, hvørs hugaheimar verða markaðir hægstgjaldandi boðskapi, sum sníkir seg inn á okum og ávirkar stór sum smá val í gerandisdegnum. Dømi um slíka sníkjandi reklamu kenna okur aftur av vangum okra á sosialu miðlunum, har reklamurnar eru serliga ætlaðar okum, persónliga. Almenna veggjaplássið er sum oftast markað til vinnuligar sølulýsingar, og heingir onkur privatpersónur eina plakat upp, verður hon tikin niður aftur. Tó skal sigast at nøkur serlig støð í býnum eru markað til lýsingar av mentanartiltøkum, og hesi støð eru ikki líka dýr at lýsa á.

Hvat reklamum viðvíkur hevur tað víst seg, at tann, ið eigur mest pengar, kemur til sjóndar, líkamikið hvat innihaldið er.

Tað løgna er, at hetta hendir í einum býi, sum er kendur fyri síni vøkru býarrúm og síni mongu almennu listaverk, her eru eisini stór torg, sum fylkingar av íbúgvum ígjøgnum søguna hava hevjað sínar røddir á. Svenski javnaðarflokkurin legði í seksti- og sjeytiárunum stóran dent á at ríka býarrúmini við alskyns listaverkum, ið eggjaðu til hugflog. Her eru mong góð dømi um fjølbroytta almenna list, serliga í teimum mongu undirgrunds-jarnbreytarstøðunum (Tunnelbanan), ikki bara í miðbýnum, men eisini í útryðjuni av býnum er mangt spennandi og vakurt at finna frá hesum tíðarskeiðnum. Tokstøðirnar undir býnum vóru einaferð so fjølbroyttar og áhugaverdar listarliga, at býráðspolitikkarar erpaðu sær av, at stokkhólmarar eiga ”heimsins longsta listaskála”. Siðvenja hevur verið at lata listina seta sítt merkið á hvørja tokstøð og hvørt alment torg; sjálvt veggirnir í trappugongdunum í gomlu almennu íbúðarblokkunum (sum nú eru privatiseraðir) vóru prýddir av listafólkum, ella stóð onkur standmynd í felagsdurinum.

Hesi almennu plássini eru nú meir ella minni yvirtikin av stórum reklamuskeltum, aloftast við livandi myndum, sum treytaleyst krevja uppmerksemi. Clear Channel hevur óivað goldið mest, og fólkið, ið her býr, hevur onki at siga um hetta visuella álop á almenna rúmið; álop, sum íbúgvarnir ikki kunnu verja seg ímóti, tí okum tørvar felagsferðsluna fyri at fara til og frá arbeiði, skúla og so framvegis.

Reklamurnar eru brutalar á slíkan hátt, at tær taka alsamt minni fagurfrøðiligt atlit til restina av umhvørvinum. Til dømis eru lýsingarnar umborð á bussunum her oftani klistraðar upp eftir vindeygunum, so ringt er at síggja út.

Hvørji langtíðarárin hevur so hesin visuelli ófriðurin á íbúgvarnar? Hóast okur sjáldan geva okum far um hann, tá okur móð og troytt koyra heim frá arbeiði, er óivað klókt at taka atlit til møguligu neiligu árinini av sjónligum ófriði, tá okur skapa nýggj almenn rúm, eitt nú í samfersðsluni.

Hendan fyrr so óúttalaða møðin leyp á meg fyrr í ár, tá veturin var komin at enda, og eg hvønn morgun hevði ferðast til universitetið ígjøgnum hendan alsamt skiftandi sjónliga ófriðin í tokinum og á støðini, har eg hvønn morgun og hvørt kvøld skifti linju.

Tá kom eg í tankar um, hvussu tað var og er at ferðast við Strandfaraskipum Landsins. Bara tankin var ein linni. Og í summar havi eg virðismett umhvørvið umborð á føroysku bussleiðunum eins og umborð á Smyrli sum ongantíð fyrr, tí so at siga ongar áleypandi lýsingar eru at finna.

Veggirnir umborð á Smyrli eru skrýddir við ómetaliga áhugaverdum listaverkum. Mítt yndisverk umborð er eitt evarska lítið, blátt steinprent eftir Marius Olsen; hesum gangi eg framvið nakrar ferðir, hvørja einastu ferð eg sigli suður ella norður. Hesin blái liturin, sum Marius Olsen hevur fingið fram, setur avgerandi dám á mín túr, eins og stóri oljumálningurin hjá Hansinu Iversen við høvuðstrappurnar.

Tá hugsað verður um Clear Channel, og hvussu reklamurnar frá hesum virki hava yvirtikið býarrúmið í Stokkhólmi, er føroyska Strandferðslan enn ein dreymur, hvat sjónligum ófriði viðvíkur; tí í Strandferðsluni hava føroyingar eitt fagurfrøðiligt samferðsluumhvørvi og ikki minst eitt alment rúm, ið virðir integritetin hjá hvørjum einstøkum ferðafólki. Tað er vert at virðismeta og varðveita.