At Strandferðlsan tekur túr úr nólsoyðarleiðini er ikki Tórshavnar havn fyri at takka. Strandferðslan hevur skyldu at røkja leiðina, vísir Gunvør Balle, varaborgarstjóri á.
Strandferðslan boðaði í síðstu viku frá, at túratalið til Nólsoyar fór at lækka við einum túri. Grundgevingin frá samferðslumálaráðnum var, at Strandferðslan hevði fingið eina eykarokning frá Tórshavnar havn á 30.000 krónur. Men Tórshavnar kommuna tvíheldur um, at talan er um gamla avtalu, har prístalið er fastlagt.
– Í fjør lækkaði prístalið, og í ár hækkar tað, greiðir Gunvør Balle frá.
Hon sigur, at tað er økta talið av ferðafólki, sum ger, at Strandferðslan má seta fleiri fólk á nólsoyarleiðini, og tað gongur út yvir Tórshavnar kommunu.
Gunvør Balle sigur, at einfalda orsøkin til støðuna er, at Strandferðslan hevur sett ov lítið av peningi av í fíggjarætlanini.
– Fleiri ferðafólk ferðast til til Nólsoyar. Tað er gott, tí Nólsoyggin er eitt spennandi ferðamál. Tað ger, at skipaeftirilitið setir hægri krøv til Strandferðlsuna, men tað eigur eisini at merkja, at Strandferðslan fær fleiri inntøkur, sigur Gunvør Balle.
At enda sigur Gunvør Balle, at tað er ein yvirskipaður trupulleiki, at landið ofta ikki vil gjalda sín part til avtalur ímillum kommununa. Hon sigur, at Strandferðslan hevur skyldu at røkja nólsoyarleiðina, og tí heldur hon ikki tað kann koma upp á tal, at Tórshavnar kommuna yvirtekur skipið til Nólsoyar við tíðini.
– Vit fara sjálvandi í ein dialog við Strandferðsluna um hesa leiðina og leiðina út í Hest, sum vit longu eru í dialog við strandferðsluna um. Tey hava lagt tveir túrar afturat á suðuroyarleiðiðni, og tað er suðuroyingum væl unt, men tað virkar sum, at tá ið tað so væntar í kassanum, skal Tórshavnar kommuna gjalda, og tað er ikki í lagi, sigur Gunvør Balle.