Styrkja samleikan og savningarmegina

Í vikuni kunngjørdi Magni Arge veljrakanning um Stjórnarskipanina. Hon vísti, at Føroyingar vilja ráða í Føroyum.

Veljarakanningin, sum Tjóðveldi á Fólkatingið hevur latið gjørt, vísti at Føroyingar vilja hava evsta sjálvsavgerðarrætt í Føroyum. Stríðið um stjórnarskipanina hevur verið drúgt, og ein av høðvustrupuleikunum hevur júst verið, hvørt føroyingar skulu staðfesta sjálvsavgerðarrættin ella um valdið framvegis skal liggja á Danatingi.

Eitt føroyskt samleikaskjal
– Eg havi brúkt nógva tíð uppá stjórnarskipanina síðani eg kom á fólkating, og eg havi brúkt øll høvi at vísa á stjórnarskipanina – bæði av talarastólinum og í øðrum samanhangum, sigur Magni Arge.

Tað eru kanska nógv, sum hava undrast á, hvat ein føroysk grundlóg ella stjórnarskipan skal geva føroyingum. Hví er neyðugt við einari stjórnarskipan, tá føroyingar kortini eru í ríkisfelagsskapi?

– Hetta er ein spurningur um at styrkja samleikan og savningarmegina í samfelagnum hjá okkum, sigur Magni Arge, ið greiðir frá at stjórnarskipanin sum so onki hevur við loysing at gera.  Hann heldur hinvegin at stjórnarskipanin hevur praktiskan týdning, tí tað er týdningarmikið at fáa gjørt nakrar reglur fyri, hvussu valdið er skipað í Føroyum, og staðfesta hvørji rættindi og høvrjar skyldur vit hava.

-Tá skattgjaldarin í Føroyum rindar stórt sæð allan rakstur av samfelagnum, og tá næstan allar lógir, ið eru galdandi í Føroyum, verða gjørdar í Føroyum, tá er tað týdningarmikið at fáa staðfest hvørjar kontraktirnar eru ímillum veljarin og tey sum fáa litið upp í hendur at umsita valdið í Føroyum, sigur Magni Arge.

Føroyingar høvdu farið á val
Eitt av úrslitinum, ið Magni Arge heldur vera týdningarmest við kanningini er, at hon vísti at 89 prosent av føroyingum ætla sær at taka lut í fólkaatkvøðuni. Tað er ofta høg valluttøka í Føroyum, men ikki í øllum førum.

– Seinast tað var fólkaatkvøða um donsku grundlógina í Føroyum greiddu einans sjeyð prosent atkvøðu á valinum. Tað sigur nakað um legitimitetin hjá donsku grundlógini í Føroyum, sigur Magni Arge.

– Um luttøkan verður so høg, sum kanningin vísir, so eru tað útvið 90 prosent av føroyingum, ið ætla sær á val um føroyska stjórnarskipan. Tað gevur legitimitet til eina grundlóg, at so stór undirtøka er fyri henni, sigur Magni Arge.

Danir hava broytt hugburð
Magni Arge hevur lagt stóran dent á stjórnarskipanararbeiði á Fólkatingi, har danska stjórnin hevur havt ilt við at góðtaka eina føroyska grundlóg.

– Danska grundlógin hevur sum so onki við føroyingar og Føroyar at gera. Hon nevnir Føroyar í nøkrum fáum, men ikki so týudningarmiklum samanhangum, sigur Magni, sum heldur at áhaldandi trýstið úr Føroyum um at skipa seg við egnari stjórnarskipan stjórnin eisini flytir nakað á Christiansborg.

– Eg havi varðhugan av, at Løkke hevur skilt, at føroyingar vilja hava sína egnu stjórnarskipan. Og tað eru eisini fleiri røddir í fólkatinginum, sum flyta seg tann vegin, greiðir Magni frá.
– Men hetta er fyrst og fremst eitt mál fyri okkum sjálvi at taka støðu til. Er undirtøkan nóg stór í Føroyum fara øll at góðtaka eina nýggja stjórnarskipan, sigur Magni at enda.

 



Related Posts