Tá ið misálit skal forða kærleikanum

Kristina Clementsen skrivar klummuna hesa vikuna, 

Góði politikkari

Eg vil persónliga ynskja tær hjartaliga til lukku við tí framíhjárætti tú hevur í okkara samfelag. Føroyingar hava pakkað gávuna pent inn og givið tær hana. Tað man vera ótrúliga dýrabart, og eg dugi ikki at ímynda mær, hvussu stóran prís tú setur á henda framíhjárættin. Eg vænti, at tú manst virða hann líka væl sum Gollum í Ringanna Harri dyrkar Ringin. Nevniliga at sita í Løgtinginum og hava so kempistórt vald. Tú hevur ikki bert ábyrgdina av at gera okkara samfelag betri, men eisini at vísa føroyingum virðing. Er tað ikki frálíkt? At brúka títt vald til at kunna broyta okkara samfelag til tað betra – fyri allar føroyingar.

Og nú havi eg hug at siga… Blíðar heilsur ein býttlingur.

At leggja misálit á løgmann er álvarsamt og eigur ongantíð at verða brúkt sum politiskt amboð ella fyri stuttleikar. Misálitið, ið varð lagt fram fyri nøkrum døgum síðani viðvíkjandi hjúnabandslógina var einki annað enn misnýtsla av tí valdi, ið tit hava. Tit pástóðu, at løgmaður hevði gjørt skeivt – hóast allur fakligi kunnleiki segði, at hann ikki hevði. Tit valdu at taka eina politiska støðu til málið heldur enn at lurta eftir fakkunnleikanum, ið varð lagdur fram fyri tykkum. Og júst í tí løtu fellur tykkara trúvirði og tit velja ikki at taka ábyrgd av tí framíhjárætti, ið tit hava í hesum málinum.

Tit royndu av øllum alvi at flyta fokus frá tí veruliga og týdningarmikla málinum. Tit royndu við misálitinum at forða fyri kærleikanum. Hevði eg verið tykkara lærari hevði eg uttan iva givið tykkum eitt flott og kempistórt 12 tal í próvtalsbókina fyri AT ROYNA. At hava møguleikan at leggja misálit á løgmann/kvinnu og landsstýrisfólk er týdningarmikið. Men tað eigur ikki at verða brúkt sum eitt kavrátt og kalt partapolitiskt amboð. Um tað var fyri at føra fram tykkara boðskap – ja, men so haldi eg ikki, at nakar ivast í, at tit ikki ynskja tvey av sama kyni somu rættindi, sum onnur í okkara samfelagið hava.

Ofta fari eg at ivast í, hvat hendir, tá ið tit traðka innum dyrnar á Løgtinginum og um tit missa virðið fyri tí politisku skipanini.Tað vísir seg tíverri eisini í nógvum kanningum, at valdsmiklir persónar duga betri at siga ósatt.

Eg havi lært at altíð pakka gávuna pent upp og vera glað fyri tað, ið verður mær givið. Men soleiðis er tað kanska ikki í politikki, ella hvat?

 

 

Les eisini: Andstøðan fylgir ikki fakligari ráðgeving



Related Posts