Tá ið sosialdemokratar víkja fyri stórkapitalinum

Formaðurin í Javnaðarflokkinum hevur fleiri ferðir verið í miðlunum og givið vissu fyri, at meiriluti er fyri fiskivinnuuppskotinum. Ja, enntá hava 17 tingfólk skrivað undir uppá, at tey taka undir við uppskotinum, sum steðgar spekulatión við landsins virðum. Men ikki allir sosialdemokratar tora at tosa ímóti stórkapitalinum. 

Tráin P. Nónklett hevur skrivað klummuna hesa vikuna, 

Í miðlum frættist tað, sum leingi hevur verið væntandi: Fleiri javnaðartingfólk hava lagt seg skerfløt fyri stórkapitalinum og tora ikki at gera neyðugu broytingarnar í fiskivinnuni.

Fyrst hoppaðu tvøroyrartingmenninir Bjarni Hammer og Kristin Michelsen av, og nú er Jónleif Johannesen eisini ivasamur. Samgongan hevur ein stóran trupulleika, og hesin trupulleikin liggur í Javnaðarflokkinum. Lat meg seta sama spurning, sum formaðurin í Javnaðarflokkinum hevur sett: Er Javnaðarflokkurin stjórnarberandi?

Øll vita, at andstøðan hevur leingi verið í lummanum hjá stóru reiðaríunum, og nú er tíverri eisini líkt til, at tey hava vald á javnaðartingmonnunum úr sosialdemokratiska miðstaðnum í Føroyum. Tað tykist nevnliga sum, at Bjarni Hammer og Kristin Michelsen av Tvøroyri hava brotið allar avtalur í samgonguni um nýskipanina. Tað er heldur margháttligt, at hesin flokkurin, sum er sprottin burtur úr arbeiðararørsluni, nú leggur seg skerflatan fyri teimum stóru reiðaríinun.

Føroyska arbeiðararørslan byrjaði í Suðuroynni, tá ið Fylking varð stovnað í 1915 og Fiskepigernes Fagforening í 1922. Men tað eru valla somu hugsjónarligu stavnhald hjá gomlu fiskagentunum av Tvøroyri, ið gera seg galdandi hjá javnaðamonnunum, sum ikki tora at seta seg upp ímóti stórkapitalinum.

Jónleif Johannesen kundi brádliga heldur ikki taka undir við skipanini, men hansara grundgeving var kreativari. Náttúrligar broytingar gera, at føroysku reiðararnir, sum fiska makrel og sild, missa eitt sindur av inntøkugrundarlagnum. Men Jónleif heldur ikki, at reiðararnir í Klaksvík skulu vera fevndir av náttúrulógunum.  Óluva Klettskarð er eisini úr Norðuroyggjum, men hon var púra greið í Degi og Viku fyri nøkrum døgum síðani, tá ið hon segði: “Vit mugu gera upp, um tað er Føroya løgting, sum ræður, ella um vit skulu lata fýra stórar vinnufyritøkur gera av, hvussu vit fremja politikk í Føroyum.”

Løgmaður má sláa nevan í borðið og krevja, at javnaðartingmenninir halda sínar avtalur. Hann hevur púra rætt í, at Javnaðarflokkurin ikki er stjórnarberandi, um hann ikki klárar at fáa nýggja fiskivinnuskipan samtykta. Men er tað ikki uppgávan hjá løgmanni, sum er formaður í Javnaðarflokkinum, at vera stjórnarberandi?