Taks á ráðstevnu í Panama

Í síðstu viku luttóku tvey umboð á ráðstevnu hjá Global Forum, sum Føroyar eru sjálvstøðugur limur í. Birta Biskopstø greiðir frá, hvat ráðstevnan og samstarvið í Global Forum snýr seg um. 

– Føroyar blivu fyri einum ári síðani limir í Global Forum, sum er ein felagsskapir undir OECD, byrjar Birta Biskopstø at greiða frá.

Birta Biskopstø og Ólavur Brimnes vóru í síðstu viku á ferð í Panama fyri Taks. Skráðin á ráðstevnuni, sum tey luttóku á, var í trúnaði, men í høvuðsheitum snúði ráðstevnan seg um at arbeiða ímóti, at fólk snýta við pengingi í skattaskjóli.

– Føroyar eru limir í Global Forum á jøvnum føti við onnur lond, sigur Birta Biskopstø, og hon greiðir frá, at tað eru tvær ítøkiligar ætlanir í tí samstarvinum, sum Føroyar luttaka í. Onnur ætlanin, sum føroyingar luttaka í, er at senda upplýsingar um borgarar ímillum lond eftir umbøn. Tá skulu upplýsingarnar vera ítøkiligar. Hin ætlanin snýr seg um, at upplýsingar frameftir skulu sendast ímillum lond automatiskt.

Altjóða samstarv
– Samstarvið snýr seg um gjøgnumskygni og at býta upplýsingar innan skattaøkið ímillum lond, sigur Birta Biskopstø. Føroyingar hava verið við í samstarvinum av fyrstan tíð og hava eitt nú avtalur við lond, ið vanliga verða nevnd skattaparadís, so sum Gibaltrar, Isle of Man og so framvegis.

– Vit hava ikki verið limir í Global Forum fyrr enn í fjør, so samstarvið er nýtt fyri okkum. Men landið hevur áðrenn gjørt avtalur við ymisk lond ígjøgnum norðanlond og OECD. Nú eru vit sjálvstøðugur limir, og tá er Taks myndugleikin á økinum, greiðir Birta Biskopstø frá.

– Tað eru 142 lond, ið eru limir í samstarvinum um at veita upplýsingar eftir umbøn. Tá skulu tað vera ítøkiligar upplýsingar, ið spurt verður um, sigur Birta Biskopstø.

– Hin avtalan snýr seg um automatiska útveksling av upplýsingum. Í tí samstarvinum eru 100 limir, sigur Birta. Hini limalondini eru øll tey, ið vit vanliga sambera okkum við, og niðast í greinini er leinkja til lista við øllum londinum.

Eru enn nýggj í samstarvinum
Birta greiðir frá, at samstarvið er nýtt, og tí er sjálvsagt onki dømi um, at Taks enn hevur havt brúk fyri at útveksla upplýsingar. Men um so er, at upplýsingar onkuntíð eru at finna í einum samstarvslandi, so hevur Taks møguleika at virka eftir tí.

– Tað snýr seg sjálvandi eisini bara um at vera við í samstarvinum. Tað kann sjálvandi gerast reelt, at Taks fær upplýsingar um føroyingar í skattaskjólum, og so kunnu vit virka í mun til tað, sigur Birta Biskopstø at enda.

Í kunngerð sum hevur heimild í skattalógini ber til at síggja øll limalondini í teimum báðu skattasamstarvinum. Til ber at lesa hana her. Listin er ikki heilt dagførdur, men verður tað eina ferð um árið.