Talgilding ger alt lættari

Tænastuveitingarnar gerast smidligari og lætta um gerandisdagin hjá borgarum, vinnu og umsiting, og samstundis fær kt-vinnan góð gróðralíkindi. Tað eru nakrir av fyrimununum við stórslignu verkætlanini Talgildu Føroyar. Íløgan á 150 milliónir krónur verður spard innaftur eftir fáum árum.

Tey flestu kenna tað. At skula minnast eitt ótal av brúkaranøvnum og loyniorðum til ymiskar tænastur á netinum og so hava gloymt tey, tá tey skulu brúkast.

Afturat arbeiða allar hesar tænasturnar á hvør sín hátt og á hvør sínum palli.

Men skjótt fer slíkt høvuðbrýggj í søguna, tí við Talgildu Føroyum er ætlanin, at allar nettænastur, bæði tær hjá almennum stovnum og fyrisitingum og tær hjá privatum fyritøkum sum til dømis bankum og tryggingarfeløgum, skulu savnast á einum palli.

Kostnaðurin av Talgildu Føroyum er mettur at vera 150 milliónir krónur, men sambært metingum og framrokningum hjá Fíggjarmálaráðnum verður íløgan spard innaftur eftir fáum árum í effektiviseringum.

Uppskotið var til 1. viðgerð 13. mars og verður nú viðgjørt í fíggjarnevndini.

– Talgildu Føroyar er størsta frambrotið nakrantíð innan talgilding í Føroyum, og er eisini eitt týðandi fet fram ímóti at gera okkara samfelag enn meira

Borgaraportalur og samleiki
Talgildu Føroyar eru skipaðar í fýra grundsúlur: Ein talgildur samleiki, ein borgaraportalur, Heldin – tað er infrakervið, sum luttakandi stovnar og fyritøkur býta upplýsingar og data á – og skipaðar grunddátur.

Borgarin fer tó bert at uppliva Talgildu Føroyar umvegis borgaraportalin og talgilda samleikan, meðan Heldin og grunddáturnar er sjálvt maskinaríið, ið virkar undir øllum.

Við talgilda samleikanum slepst undan hópin av brúkaranøvnum og loyniorðum, og tað fer eisini at bera til endaliga at avgreiða at kalla øll mál umvegis netið, tí við talgilda samleikanum fylgir ein elektroniskur signaturur – ein elektronisk undirskrift – sum fær sama gildi, sum ein skrivað undirskrift á einum skjali.

Alt á einum staði
Í tíðindaskrivi skrivar Fíggjarmálaráðið millum annað soleiðis:

”Við Talgildu Føroyar verkætlanini verða ymisku træðrirnir savnaðir saman. Hetta merkir effektivari og smidligari mannagongdir, sum kunnu lætta um hjá øllum pørtum. Í dag hevur tú eina innritan til borgaragluggan, eina aðra til netbankan, eina triðju til SEV og kanska eina fjórðu til okkurt heilt annað. Men Talgildu Føroyar geva tær eitt talgilt samleikaprógv. Gjørligt er at gera eitt borgarakort, sum seinni kann til dømis virka sum eitt talgilt koyrikort. Ein borgaraportalur verður eisini stovnaður. Við hesum fært tú tín egna glugga, har tú kanst síggja og dagføra upplýsningar um teg, og har tú kanst fáa atgongd til og avgreiða tíni viðurskifti, eitt nú við Taks, tína kommunu, Almannaverkið, SEV, Netbankan o.s.fr. – alt á einum staði. Stovnar og fyritøkur í Føroyum fáa eisini fleiri fyrimunir við Talgildu Føroyum. Talgildi samleikin, Heldin, borgaraportalur umframt skipaðar grundardátur, fara øll á hvør sín hátt at geva nýggjar møguleikar fyri betri tænastum.”

Størsta frambrot nakrantíð
Tað er Kristina Háfoss, fíggjarmálaráðharri, ið hevur lagt uppskotið fyri Løgtingið, og hon væntar sær nógv av verkætlanini, ið eisini setur Føroyar í fremstu røð millum framkomnu londini, tá tað snýr seg um talgilding og samskipaðar elektroniskar tænastuveitingar.

– Talgildu Føroyar er størsta frambrotið nakrantíð innan talgilding í Føroyum. Hetta átak fer at gera gerandisdagin lættari hjá fólki og vinnu, fer at styrkja okkara kappingarføri, skapa nýggj størv og fer at lata upp fyri nýggjum og betri tænastum til føroyingar. Sum heild er hetta eitt týðandi fet fram ímóti at gera okkara samfelag enn meira sjálvbjargið, tíðarhóskandi og stuðlar hartil undir málinum at skapa varandi fólkavøkstur, sigur hon.

Lógaruppskotið um Talgildu Føroyar kann takast niður her.

Heildarætlanin fyri Talgildu Føroyar kann takast niður her.

Kostnaðarætlanin fyri Talgildu Føroyar kann takast niður her.