Tíðirnar broytast, onki stendur í stað!

Nógv broytist til tað betra, men tíverri eisini nógv til tað verra. 

Vit kunnu taka eitt dømi:

Fyrr kendu vit munin á Føroya Reiðarafelag og Føroya Fiskimannafelag,  hvør rokningarháttur bleiv brúktur – brutto ella netto.

Í dag er onki skil á nøkrum. Nú draga øll við somu línu, ja tey skíta við somu reyv.

Tey hava eittans endamál: Núverandi fiskiráðharri má fáast frá skjótast gjørligt, jú fyrr jú betri. Fiskivinnan má ikki broytast. Reiðaratoymið skal eisini halda fram sum eitt alfa og omega.

Er ongin vón fyri framman at hóma?

At stuðla Havstovuni og teirra virksemi er nokk frægasta loysnin. Alt annað er utopi.

Eg velji Havstovuna sum nr. 1 – restin fær ÷0!

Við kvøðu,
Dia Ellindsson