Tiltak um fiskivinnuna í Vestmanna

Nógv hevur verið kjakast um fiskivinnuna, men fá høvi hava verið hjá landsstýrismanninum at greiða frá og svara spurningum. Tað heldur Pauli Trond Petersen, ið annars er nøgdur við nýskipanaruppskotið. 

Mikukvøldið skipar Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag fyri almennum fundi um fiskivinnunýskipanina í Vestmanna. Høgni Hoydal fer at greiða frá fiskivinnunýskipanini og svara spurningum úr salinum. Tað er Pauli Trond Petersen, ið hevur tikið stig til tiltakið saman við Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag, og hann heldur, at ov fá tílík tiltøk hava verið kring landið.

– Tað hevur verið nógv kjakast um fiskivinnuuppskotið, men eg haldi sjálvur, at tað hava verið fá høvi hjá landsstýrismanninum at greiða frá, hvat stendur í uppskotinum. Høvi verður eisini at seta relevantar spurningar og fáa svar upp á teir, sigur Pauli Trond Petersen.

– Bygdirnar í Norðurstreymoy hava fyrr havt nógv virksemi í fiskivinnuni, og hóast virksemið innan fiskivinnu kanska ikki er eins nógv longur, er stórur áhugi fyri fiskivinnuni, sigur Pauli Trond Petersen.

Tiltakið verður í Vektarbúðini í Vestmanna og byrjar klokkan 19.00.

Er nøgdur við nýskipanaruppskotið
– Uppskotið er tað uppskotið, sum semja fekst um í samgonguni, sigur Pauli Trond Petersen, sum heldur, at fiskivinnuuppskotið sum heild er gott, men at tá ið semjur skulu gerast, kanst tú ikki fáa alt, sum tú vilt hava við í uppskotið.

– Lat meg siga tað soleiðis – summir partar í uppskotinum eru góðir, aðrir eru rímiligir, sigur hann, um sína egnu støðu til uppskotið og greiðir frá, at tað sigur seg sjálvt, at øll kunnu ikki vera heilt nøgd um allar smálutir, men at tað er ein spurningur um at finna eina semju, sum øll í samgonguni kunnu liva við.

Pauli Trond Petersen vónar og væntar annars góða undirtøku til tiltakið.

– Tá ið tílík tiltøk eru, er ofta stór undirtøka, sigur Pauli Trond Petersen, ið sjálvsagt heitir á øll um at møta til tiltakið.

Tiltakið verður í Vektarbúðini í Vestmanna og byrjar klokkan 19.00, og felagið heitir í tíðindaskrivi á øll um at møta til tiltakið.

 



Related Posts