Tiltak um fosturtøku í kvøld

Tað hevur verið kjakast nógv um fosturtøku seinastu tíðina. Í kvøld skipar Javnaðarflokkurin á fólkatingi fyri almennum tiltaki um evnið.

Javnaðarflokkurin hevur gjørt eina meiningakanning um fosturtøku, sum vísir, at flestu føroyingar halda, at fosturtøka bert skal loyvast undir ávísum umstøðum, eins og lógin loyvir í dag. 56% vilja at fosturtøka skal loyvast í serligum førum, 29% vilja loyva fríari fosturtøku, 8% vita ikki og 7% vilja, at fullkomiliga banna fosturtøku, vísir kanningin.

Kanningin vísir eisini, at bert ein av fimm føroyingum heldur, at lógin verður fylgd, meðan triði hvør sigur seg vita um fosturtøkur, sum eru framdar av øðrum orsøkum enn tær, sum lógin loyvir. Tí metir flokkurin, at neyðugt er at taka málið upp til viðgerðar.

Fundurin byrjar við, at fýra politiskt ungmannafeløg luttaka á pallborðsfundinum. Tey eru Unga Tjóðveldið og SU, sum bæði eru fyri fríari fosturtøku, og Huxa, sum herfyri ikki hevði eina greiða støðu, og Ung fyri Miðflokkin, sum eru ímóti fosturtøku. Hervør Pálsdóttir umboðar Unga Tjóðveldið.

Síðani leggur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, fram um úrslitið av kanningini “Fosturtøka í Føroyum”. Til ber at lesa kanningina her.

At enda kjakast umboð fyri fýra politiskar flokkar. Annita á Fríðriksmørk fyri Tjóðveldi, Helena Dam á Neystabø fyri Javnaðarflokkin, Jákup Mikkelsen fyri Fólkaflokkin og Kaj Leo Holm Johannesen fyri Sambandsflokkin.

Tiltakið verður í Miðlahúsinum og byrjar kl. 19. Sólvit Nolsøe er orðstýrari.