Tiltak um Kenja í kvøld

Í kvøld verður stuðulstiltak til frama fyri verkætlan í Kenja. Tiltakið er í Perluni í Havn kl. 19:30. Vit práta við fyriskiparan, Mariu Syderbø Mikkelsen.

Tiltakið í Perluni er eitt stuðulstiltak til frama fyri fátækar næmingar í Kenja. Maria Syderbø Mikkelsen hevur verið í starvslæru sum sosialráðgevi í fimm mánaðir hjá felagsskapinum ABS Children’s Aid Kenya, sum hevur tveir kostskúlar fyri fátæk børn og ung.

  • Barnaskúlin er í Nairobi og her ganga børn úr fátækrabýlingum í Nairobi, sum ikki høvdu verið í skúla annars. Børnini hava nú møguleika at fáa skúlagond, so tey í framtíðini kunnu skapa sær eitt betri lív uttan fyri tað stóra fátækadømi, sum tey og familjan eru í í dag. Eisini fáa tey eitt meira virðiligt lív her og nú við mati, heimi og skúlagongd, greiðir Maria Syderbø Mikkelsen Fjúrtanda frá.

Tá ið børnini eru liðug við fólkaskúlan, sum er til 8. flokk, fáa tey møguleika at fara víðari í miðnámsskúla. Miðnámsskúlin liggur við fótin av Kilimanjaro, har maasaifólkið býr.

  • Nógvastaðni eru gentur hjá maasaifólkinum í vanda at blíva umskornar og giftar burtur sum smágentur. Hetta vil felagsskapurin hjálpa gentunum undan og hjálpa teimum at fáa útbúgving. Í Maasailandinum er eisini ógvuliga turt og fátækradømi er stórt nógvastaðni. Tey liva ofta av landbúnaði, men turkurin er ein stórur trupulleiki og mangan fáa tey einki burtur úr tí jørð tey hava, sigur Maria Syderbø Mikkelsen.

Maria Syderbø Mikkelsen greiðir eisini frá, at tað var hart at síggja so stórt fátækadømi.

  • Serliga minnist eg, at eg kendi meg heldur mótfalna fyrstu tíðina í slummunum. Men við tíðini lærdi eg at hugsa um tey børnini, ungu og familjur vit fingu hjálpt og kundu broyta framtíðina hjá.

Hennara arbeiði var at fara út við sosialráðgevum á heimavitjanir. Tey vitjaðu heimini hjá børnunum í fátækrabýlingunum, vitjaðu mammur og við peningaligari hjálp frá stuðlum gjøgnum Føroysku Barnahjálpina fingu tey lagt nøkrum mammum lag á at byrja smáar fyritøkur,  so tær betur kundu breyðføða familjuni, og eisini arbeiddi Maria á skúlunum hjá felagsskapinum.

Tiltakið verður eitt upplýsandi og innsavnandi tiltak fyri felagsskapin í Kenja. Peningurin fer óskerdur til verkætlan at hjálpa ungum, sum eru liðug í miðnámsskúla at fara víðari til hægri útbúgving.

Skráin:
– Maria Syderbø Mikkelsen hevur frágreiðing um arbeiðið og
royndir sínar í felagsskapinum ABC Children’s Aid Kenya og sínari verkætlan
– Tórður Mikkelsen greiðir frá vitjanini í Kenja í apríl, tá ið hann og
konan, Pavla, eisini blivu stuðulsforeldur hjá 14 ára gomlu Eunice
– Betsy Gichuki, sum er ættað úr Kenja og býr í Havn, fer at
hugleiða um heimlandið
– Hilda Viderø, Føroyska barnahjálpin –  fer at greiða frá sínum virksemi í Kenja, sum m.a. umfatar at hjálpa fátækum kvinnum at byrja egið virki.
– Budam og tónleikabólkurin FRUM fara at framføra nøkur løg í part.
– Marjun Syderbø Kjelnæs fer at hugleiða um ungan yrkjara í Kenja.