Tiltak um pensjónsnýskipanina í Havn

Tiltak verður um pensjónsnýskipanina í hølunum hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag í kvøld. Kristina Háfoss og Katrin Kallsberg greiða frá skipanini, og høvi verður at seta spurningar. 

Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag setir pensjónsnýskipanina á breddan í hølunum hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag í Bøgøtu 10,  5. des. klokkan 20:00.

Tiltakið er partur av eini røð av tiltøkum hjá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, har ætlanin er at upplýsa um nýskpanirnar hjá samgonguni. Í novembur mánaða var tiltak um fiskivinnunýskipanina og væl av fólki møttu til tiltakið.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum og Katrin Kallsberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi fara at siga frá um nýskipanina, og høvi verður at seta spurningar ella koma við viðmerkingum til uppskotið.