Tiltak um stjórnarskipanina hósdagin

Hósdagin verður framløga um stjórnarskipanina, áðrenn Annita á Fríðriksmørk og Bárður Nielsen bresta saman í kjaki.

Hósdagin skipar Unga Tjóðveldið fyri tiltaki um stjórnarskipanina í reinsarínum í Havn klokkan 20.00. Emil Hermansen (cand.jur) hevur fyrst framløgu um, hvat ein stjórnarskipan er, áðrenn Annita á Fríðriksmørk og Bárður Nielsen bresta saman í kjaki. Tónleikur verður eisini á skránni.

Á Facebook skrivar Unga Tjóðveldið, at tá ið fólkaatkvøðan um stjórnarskipan verður, verður tað mest avgerandi dagurin í nýggjari tíð í føroyskari søgu.

– Føroya fólk skal gera av, hvørt vit skulu staðfesta sjálvsavgerarrætt okkara í eini føroyskari stjórnarskipan – møguleikanum at ráða yvi egnari framtíð og lagnu, skrivar Unga Tjóðveldið.

Tað er ikki av ongum, at tiltakið verður hósdagin, tí tá er 14. septembur, ið sjálvandi er merkisdagur fyri føroysku fólkaatkvøðuni í 1946, tá ið føroyingar valdu loysing.

– Hugsjónirnar, sum tá brustu saman, skulu aftur setast upp móti hvørjari aðrari, tá ið tjóðveldiskvinnan, Annita á Fríðriksmørk og sambandsformaðurin, Bárður Nielsen kjakast um fyrimunir og vansar við føroyskari stjórnarskipan, sigur Unga TJóðveldið.

Les meira um tiltakið her