Tit røkja týðandi uppgávur fyri samfelagið

Røða, sum Hildur Patursson fyrrverandi forkvinna í Føroya Pedagogfelag helt á Vaglinum í sambandi við mótmælistiltakið hjá pedagogunum. Mynd: Sverri Egholm / portal.fo

Gott fundarfólk

Øll tit, sum arbeiða innan sáttmálaøkið hjá Pedagogfelagnum

  • roynd og óroynd
  • lærd og leik
  • ung hjálparfólk við lítlum royndum
  • hjálparfólk við drúgvum royndum

Tit røkja týðandi uppgávur fyri samfelagið. Tit taka tykkum av børnum og ungum, og teimum, sum hava serlig rættindi til stuðul. Samfelagið setir karmar fyri tykkara arbeiði.

Og fyri arbeiðið, sum tit røkja vegna samfelagið, eiga tit at fáa løn og arbeiðsviðurskifti, sum samsvara við innihaldið og krøvini í starvinum. Vit eiga at hyggja at teimum krøvum, sum altjóða arbeiðarafelagsskapurin ILO undir ST sigur, at lønir skulu ásetast eftir:

  • krøvum til førleika
  • ábyrgdini, sum fylgir við arbeiðsuppgávunum
  • fysisku og pykisku strongdina, sum eru í arbeiðinum
  • og til arbeiðsviðurskiftini

Hetta skal almenni arbeiðsgevarin, fremja í verki.

Hetta eru boðini frá ST, og hetta eru boðini frá Norðurlandaráðnum. Hetta er sanniliga eisini ein moralskur og etiskur spurningur.

Men er hetta bara nakað, sum verður tikið fram, tá politikkarar halda veitslurøður og valrøður? Tá teir skulu reypa sær? Og verður tað so gloymt, tá partarnir setast við samráðingarborði?

Bøtt kor fyri stóru kvinnustættina

Tykkara stríð er eitt stríð fyri bøttum korum hjá einari stórari kvinnustætt. Hetta er eisini eitt stríð fyri rættindum hjá børnum og hjá teimum, sum hava serlig rættindi til stuðul.

Vánalig lønarkor og vánalig arbeiðsviðurskifti hjá tykkum limum í Pedagogfelagnum hevnir seg á teirra menningarmøguleikar.

Breið semja er millum altjóða granskarar, at dygd í lívinum hjá yngstu børnunum, upp til 6-7 ára aldur, hevur avgerandi týdning fyri teirra framhaldandi menningarmøguleikar. Grundarlagið verður lagt í fyrstu árum. Tað, sum kemur aftaná munar lítið.

Tá er tað stórt sæð ov seint!

Sama sjónarmið fær eisini OECD at rópa varskó, og heitir á londini, at geva teimum, sum arbeiða við yngstu børnunum, góð lønarkor og góðar arbeiðstreytir, tí tað er fortreytin fyri menningarmøguleikunum hjá yngstu børnunum.

Nobelprísvinnarin í búskapi, James Heckman, rópar eisini varskó, og sigur, at um lond vilja hava búskaparligan vøkstur, so er tann besta íløgan, sum londini kunnu gera, at geva yngstu børnunum so dygdargóðar møguleikar sum gjørligt.

Tit, sum arbeiða á hesum øki hava ein týðandi leiklut.

Seinasta rapportin hjá OECD, Starting Strong, tað er tann parturin í OECD, sum viðger dagstovnaviðurskifti, tekur enn eina ferð upp sama táttin. Staðiliga verður heitt á londini at taka stig til, at lønar- og arbeiðsviðurskifti hjá øllum, sum fáast við lærumøguleikar hjá børnum og ungum, verða javnstillaði. Ábyrgdin er á herðunum hjá politiska myndugleikanum at rætta viðurskiftini. Og skal ikki einsamalt vera hjá tí einstaka fakfelagnum.

Men hvussu eru korini hjá teimum trimum stættum, sum taka sær av børnum og ungum?

Bæði dagstovnar, fólkaskúlar og miðnámsskúlar skulu arbeiða eftir endamáli, sum Løgtingið ásetir. Samfelagsstovnarnir skulu geva børnum og ungum, so góðar møguleikar sum til ber at menna og menta seg. Uppgávan hjá hesum trimum stættum er at stimbra børn og ung at virka í einum demokratiskum samfelag, og geva teimum góðar møguleikar at mennast í treysti til sín sjálvs og til felagsskapin. Arbeiðshættir skulu tillagast aldrinum á børnunum og teimum ungu.

Krøvini eru tey somu, men korini hjá hesum stættum eru sera ymisk, bæði tað, sum kemur í lønarposan, arbeiðstíðirnar, arbeiðsviðurskiftini og ikki minst eftirlønin.

Tess eldri børnini og tey ungu eru, jú betri er lønini og betri eru lønarviðurskiftini.

Og tess yngri børnini eru, tess verri er lønin, arbeiðsviðurskiftini og ikki minst eftirlønin.

(Og tit – minnist til, tað veruliga fátækradømið hjá limunum í Pedagogfelagnum kemur, tá tit fara á eftirløn, tí inngjaldið í eftirlønarskipanirnar røkkur ikki langt – hjá lágløntum og teimum við bert 10 til 12% í eftirlønargjaldið!)

Hetta vendir heilt øvut. Hesar stættir eiga at hava somu treytir, tí førleikakrøvini til innihaldi í størvunum eru sambærilig. Og tað er eisini tað, sum m.a. OECD vísir á.

Men hví er hesin munurin?

Ilt er at finna nakra aðra frágreiðing á muninum á korunum hjá hesum stættum, enn eina kynsbundna frágreiðing – arbeiði innan tað námsfrøðiliga økið er eitt tradisjonelt kvinnustarv, eitt arbeiði, sum hevur verið røkt av kvinnum ókeypis heima við hús.

Er tað góður politikkur at tradisjonell kvinnustørv eru láglønt?

Lønarmunurin er kynsbundin!

Vánaligu korini hevna seg í seinasta enda á rættinum og møguleikunum hjá yngstu børnunum og hjá teimum, sum hava serlig rættindi til stuðul.

Hvussu halda okkara arbeiðsgevarar, at lønir og arbeiðsviðurskifti skulu ásetast? Skulu kvinnulønir vera lægri, tí tað er søguliga treytað?

Kristina Háfoss, fíggjarmálaráðharri, segði í eini útvarpssending í seinastu viku, at lønir vóru eisini søguliga treytaðar, og at summar lønir eru lágar av søguligu ávum, tí tey størvini eru nýggjari, og at tað sæst aftur í lønini.

Ja, tíverri er tað óivað so.

Men rætt er tað ikki!

Tá eg hoyrdi hetta, hugsaði eg við mær sjálvari, at tá eitt starv er nýtt í søguligum høpi, hvussu skulu so kvinnur, sum eru borgarstjórar og fíggjarmálaráðharrar lønast?

Skal tað merkja, at Kristina og Annika skulu hava lægri løn enn menn, tí søguliga sæð hava tað ikki verið kvinnur, sum røkja hesar uppgávurnar?

Nei, tað er eingin umbering hjá tí almenna arbeiðsgevaranum, at um ein stætt er nýggj, so skal hon skal hava eina lægri løn enn veruliga virðið á arbeiðinum.

Mangt er løgið í lønarsamráðingum.

Í vánaligum tíðum eru ikki ráð til lønarhækkan og bøtt lønarviðurskifti – er sagt.

Í 90-árunum, tá Føroyar vóru um at fara av knóranum, vísti Pedagogfelagið, saman við øllum hinum fakfeløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum, stórt samfelagssinni. Vit lækkaðu bruttolønina við heili 10%. Hoyra tit, vit LÆKKAÐU lønina! Tann lønarniðurskurð fingu vit ongantíð inn aftur.

Og hvat hendir nú, tá tað eru góðar tíðir?

Nú sigur arbeiðsgevarin, at tað er ikki ráð til at rætta upp tað, sum eg kalli kynsbundnar skeivleikar.

Skil tað hvør, íð skilja vil!

Tíðin er komin til, at arbeiðsgevarin vísir okkum samfelagssinni.

Nú eru pengar í kassanum, til at rættað upp á skeivleikarnar!

Kommunukassarnir flóta yvir av pengum, og kommunurnar kappast um at lækka foreldragjaldið á dagstovnum. Summar hava enntá valt at strika foreldragjaldið, og átaka sær at gjalda allan foreldrapartin.

Vit mugu ásanna, at kommunurnar hava nóg mikið av pengum til at gera veruligar batar fyri starvsfólkini, sum arbeiða á dagstovnum. Bæði sambæriliga løn, arbeiðsviðurskifti og eftirløn.

Tíðirnar eru góðar og lágløntu kvinnustættirnar skulu uppraðfestast.

Rættast skal upp á kynsbundna lønarmunin hjá siðbundnum kvinnustørvum.

Nú er okkara tíð komin!

Framhaldandi gott stríð!

Hildur Patursson

Tórshavn 11. jan. 2018