Tjóðfylkingin tikið vallistarnar aftur

Íslendska Tjóðfylkingin hevur boðað frá, at hon hevur tikið vallistarnar aftur, eftir at tað er komið fram, at undirskriftir vóru falskaðar, og at summi ikki kendust við, at tey høvdu skrivað undir listarnar. 

Tá ið val er í Íslandi, skulu allir flokkar savna undirskriftir inn í teimum valdømum, sum flokkurin bjóðar seg fram í. Áðrenn flokkarnir kunnu stilla upp, skal ávíst tal av undirskriftum fáast til vega.

Þjóðfylkingin, sum er høgravendur flokkur, ið minnir um Danska Fólkaflokkin, hevði boðað frá uppstilling í fýra valdømum, men hevur nú tikið uppstillingarlistarnir aftur. Hetta hendir, eftir at tað er komið fram, at fleiri undirskriftir eru skrivaðar við somu hondskrift eins og fleiri, sum stóðu at hava skrivað undir, als ikki kendust við undirskriftina.

RUV veit at siga, at Þjóðfylkingin verður meldað til løgregluna, ið síðan skal taka støðu til málið. Flokkurin boðar sjálvur frá, at uppstillingarlistarnir eru tiknir aftur, og sostatt verður ongin uppstilling frá nationalistiska flokkinum.