Tjóðveldi floksting 6. og 7. apríl

Regluliga floksting Tjóðveldis 2018 verður í døgunum 6. og 7. apríl í Klaksvík. Aðalstjórn floksins kallar saman og skipar flokstingið. Fráboðan um tingið verður kunngjørd øllum pørtum í bygnaði Tjóðveldis fýra vikur áðrenn floksting verður hildið.

Uppskot til flokstingið, herundir uppskot um valevni til starvsnevndina, skulu vera aðalstjórnini í hendi í seinasta lagi fimm dagar fyri flokstingið.

Allir limir hava rætt at seta fram uppskot, og innkomin uppskot verða send økisfeløgunum og Unga Tjóðveldinum í seinasta lagi tríggjar dagar fyri flokstingið, so hesi fáa stundir at viðgera innkomnu uppskotini áðrenn flokstingið verður.

Regluligt floksting Tjóðveldis verður hildið sambært hesi skrá:
1) Aðalstjórnarformaðurin setir tingið.
2) Tingið skipar seg við tingformanni, tingskrivara og yvirlýsingartoymi.
3) Grannskoðaður roknskapur verður framlagdur.
4) Umrøða av innkomnum uppskotum og atkvøðugreiðsla
5) Val av starvsnevnd, grannskoðarum og tiltakslimum.
6) Frásøga floksformansins frá farna skeiði.
7) Orðaskifti um politisk mál.
8) Frágreiðing frá møguligum sernevndum og Unga Tjóðveldinum.
9) Ymiskt.

Onnur mál enn tey, ið nevndu eru omanfyri, kunnu verða sett á skránna, um aðalstjórnin hevur kunngjørt hesi í tingfráboðanini.

Atgongd til flokstingið og talurætt hava øll tjóðveldisáhugað.

Umboð á floksting

Økisfeløgini velja umboðslimir til flokstingið, sum skulu leggja fram skrivliga fulltrúarváttan frá feløgum sínum.
Stk. 2. Umboðslimatalið verður ásett soleiðis:
1) Norðoya Tjóðveldisfelag. 4 umboðslimir.
2) Eysturoyar Tjóðveldisfelag. 5 umboðslimir.
3) Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag. 2 umboðslimir.
4) Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag. 8 umboðslimir.
5) Vága Tjóðveldisfelag. 2 umboðslimir.
6) Sandoyar Tjóðveldisfelag. 2 umboðslimir.
7) Suðuroyar Tjóðveldisfelag. 4 umboðslimir.
8) Unga Tjóðveldi. 2 umboðslimir.

Feløgini hava skyldu at senda fult umboðslimatal á flokstingið.

Atkvøðurættur

Umboðslimirnir hava saman við aðalstjórnarlimum og ting- og landsstýrisfólkum atkvøðurætt á flokstinginum.
Eingin persónur hevur meira enn eina atkvøðu á flokstinginum. Atkvøðast kann ikki við fulltrú frá umboðslimi.

Nøvn á umboðslimum skulu vera aðalstjórnarformanninum í hendi tríggjar dagar undan flokstinginum.

Meira kunning um floksting og skrá verða lýst seinni

Endaliga skráin er ikki klár enn, alt hetta verður lýst væl og virðiliga í góðari tíð áðrenn tingbyrjan