Í veljarakanning, sum Fynd hevur gjørt fyri Norðlýsið, sæðst, at Tjóðveldi gongur fram í Eysturoyar og Norðoyar valdømi.
Norðlýsið kunngjørdi í dag úrslitini av veljarakanningini samanlagt í gomlu Norðoya og Eysturoyar valdømum.
Norðlýsið skrivar, at Fólkaflokkurin er stóri vinnarin í kanningini og fær eisini 30 prosent av atkvøðunum í gomlu valdømunum. Næstur er Sambandsflokkurin, sum fær góð 27 prosent.
Men Tjóðveldi, sum hevur verið fyri skotum av Norðlýsinum, gongur fram eitt prosent. Flokkurin fær næstan 16 prosent av atkvøðunum í veljarakanningini.
Óvissan í veljarakanningini er+/- 5%, sum er heldur stór óvissa. Grundin til, at úrslitini verða kunngjørd fyri bæði Norðoya og Esturoyar valdømi, er eisini fyri at minka um óvissuna.