Tjóðveldi stendur saman um fiskivinnunýskipanina!

Annita á Fríðriksmørk, tingbólkaforkvinna í Tjóðveldi, lovar at tingbólkur Tjóðveldis stendur savnaður aftanfyri uppskotið hjá samgonguni. Hon vónar eisini, at partar av andstøðuni taka undir við nýskipanini. 

– Tú kanst ongantíð garantera nakað her í lívinum, men eg kann bert fyrihalda meg til, at umboð fyri alla samgonguna hava undirskrivað fiskivinnunýskipanina, sigur Annita á Fríðriksmørk tingbólkaforkvinna í Tjóðveldi um fiskivinnuuppskotið, sum kemur í tingið fríggjadagin. Hon torir tó at lova, at øll tingfólk í Tjóðveldi standa saman, og hon roknar eisini við, at hinir samgonguflokkarnir gera tað sama.

Fiskivinnunýskipanin er liðugt skrivað, og fríggjadagin kemur uppskotið fyri løgtingið. Annita á Fríðriksmørk heldur sjálv, at tað týdningarmesta er at staðfesta, at landið eigur fiskatilfeingið, og at tað ikki kann latast á privatar hendur endaliga. Hon heldur eisini, at hóast uppskotið ikki er akkurát tað sama, sum flokkurin upprunaliga ynskti, er tó gleðiligt, at nakað av uppboðssølu verður við í uppskotinum.

– Tað er týdningarmikið at samtykkja skipanina nú, sigur Annita á Fríðriksmørk, sum helst sipar til, at tað langt um leingi er komið eitt uppskot í løgtingið, eftir at loyvini blivu uppsøgt í 2008. Síðani 2008 er onki uppskot um fiskivinnunýskipan komið niðan í løgtingið, tá fólkaflokkurin og sambandsflokkurin hava sitið á málinum nærum óavbrotið.

Annita á Fríðriksmørk vónar, at onkur andstøðuflokkur fer at taka undir við uppskotinum. Hon heldur, at tað ikki er so langt frá sambandsflokkinum til samgonguna, hóast sambandsflokkurin arbeiðir við einum uppskoti sjálvur.

– Tað skuldi ikki verið so langt ímillum partarnar, at ongin semja kann finnast. Eg vóni, at tað framvegis ber til at finna eina semju við sambandsflokkin, sigur Annita á Fríðriksmørk at enda. Hon leggur afturat, at nýskipanin, sum nú er í løgtinginum, er gjørd av einari samdari samgongu, og at tað er endaligt, hóast onkrar smáar broytingar sjálvandi kunnu koma í vinnunevndini.



Related Posts