Tjóðveldi stillaði upp sum flokkur í fýra kommunum á seinasta kommunvalinum. Tað er ein praktiskur fyrimunur at stilla upp partapolitiskt, men sjálv tjóðveldishugsjónin sæst tó eisini týðuliga aftur í kommunupolitikkinum, halda kommunupolitikarar í Tjóðveldi.
Onki stendur um kommunupolitikk í stevnu Tjóðveldis, og kanska er tað eisini trupult hjá nógvum at síggja nakað beinleiðis bindilið ímillum fullveldishugsjónina øðrumegin og kloakkir, bygdavegir og havnagerð hinumegin.
Kortini stillaði Tjóðveldi upp sum flokkur í fýra kommunum á kommunuvalinum 8. november, og í tveimum av teimum eigur flokkurin borgarstjóran. Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs Kommunu, valdur á tjóðveldislistanum, bleiv eisini nýggjur formaður í Kommunufelagnum, tá tað skipaði seg av nýggjum eftir nýggjár.
Men sæst tjóðveldishugsjónin aftur í førda politikkinum hjá kommunalpolitikarunum, sum eru valdir fyri flokkin?
Ja, tað ger hann sambært Dennis Holm, borgarstjóra í Vági, Jóhan Christiansen, borgarstjóra í Eysturkommunu, Steinbjørn O. Jacobsen, býráðslimi í Klaksvík, og Gunvør Balle, varaborgarstjóra í Tórshavnar Kommunu.
Men floksleiðslan kundi saktans spælt ein meira aktivan leiklut fyri at skapa størri samanhang ímillum landspolitikkin og kommunalpolitikkin hjá flokkinum, halda tey.
Tjóðveldi í kommunupolitikki
- Ynskið um sjálvbjargni vigar nógv
- Vit vilja klára okkum sjálv
- Trúgvur ímóti tjóðskaparligum grundvirðum
- Stevnumiðini síggjast í samgonguskjalinum