Tórbjørn Jacobsen mælir til varsemi

Á Facebook vanga sínum, mælir borgarstjórin í Runavíkar kommunu til búskaparligt varsemi. 

In.fo skrivaði í gjár, at skattainntøkurnar hjá kommununum í Eysturoynni vóru vaksnar við 31,6 milliónum. Í onkrari kommunu var vøksturin næstan fjúrtan prosent, ímeðan hann onkustaðni var nærri sjeyð prosentum, men í miðal var vøksturin hjá kommunum í Eysturoynni 6,38 prosent.

Í viðmerking til greinina skrivar Tórbjørn Jacobsen, at vøksturin seinastu árini heilt víst ikki fer at halda fram í allar ævir, og at tað tí er týdningarmikið at kommunurnar vísa varsemi.

– Trøini vaksa ikki inn í Himmalin. Tað hava tey ongantíð gjørt, og tað gera tey heldur ikki hesaferð. Tí ræður nú um mesta varsemi, tað henda ongi undur í kommunubúskapum, og heilt víst er tað, at óvanligi vøksturin hesi seinru árini ikki heldur fram á sama hátt. Vónandi fáa vit ikki eina niðurgongd, men vøksurin verður minni og kann í ringasta føri, í eitt tíðarskeið, flata út soleiðis, sum vit sóu tað fyri áleið 10 árum síðani, sigur Tórbjørn Jacobsen á Facebook vanga sínum.