Torbjørn Jacobsen takkaði Tordi fyri samstarvið

Í farnu viku var móttøka fyri Tordi Niclasen, nú fyrrverandi stjóra á Roðanum, og nýggja stjóranum Jóngerð Guttesen. Borgarstjórin helt røðu, og hann takkaði Tordi fyri samstarvið og segði, síðstu dagarnir boðaðu frá, at samstarvið við Jóngerð fór at verða gott. 

– Tað, at kvinnurnar komu út á arbeiðsmarknaðin, man vera størsti einstaki vinningurin fyri føroyska samfelagið, síðani skiftið í búskaparskipan frá feudalinum til hitt modernaða fiskivinnusamfelagið. Ein megi sum ikki mátast, men saman við væl munadyggari skúlaskapi, mentum undirstøðukervi á sjógvi og landi og einum vinnulívi í framtøku, er hetta meginbulurin undir teimum nýggju Føroyum, sum tímiliga eru ímillum ríkastu lond í heimi at rokna.

Soleiðis segði Torbjørn Jacobsen millum annað í røðu síni til móttøku fyri Tordi Niclasen og Jóngerð Guttesen, í sambandi við, at stjóraskifti var á Roðanum, sum er samskipaða eldratænastan hjá Runavíkar-, Nes- og Sjóvar kommunu. Torbjørn Jacobsen hugleiddi í røðu síni um, hvussu samfelagið varð skipað, eftir at kvinnur fóru á arbeiðsmarknaðin, og børnini og tey eldru skuldu passast av myndugleikunum.

– Kongshavnar Kvinnufelag stríddist leingi, við hini legendarisku frummegini úr Lamba, Elsu Súsonnu, gift Klæminti á Bakka, á odda, fyri at fáa barnaansing í lag. Tað eydnaðist, og hetta er uppruna jørðildið undir eini vælskipaðari kommunalari ansingarskipan í okkara tíð. Um sama mundið fara fólk í økinum at hugsa um, hvussu samfelagið kann skipast fyri tey eldru og serliga tey óhjálpnu, segði Torbjørn Jacobsen í røðuni.

Torbjørn takkaði annars Tordi Niclasen fyri gott samstarv. Hann greiddi frá, at hann hevði kent Tord í nógv ár – síðani Tordur var 22 ára gamal.

– Hann var frímóðigur og kendist sannførdur. Onkur segði, at hann lærdi til sjúkrasystir, tað ljóðaði heilt undarligt í oyrunum á okkum bygdadreingjum, – annaðhvørt var hann løgin, kventrasligur ella bara langt frammanfyri sína tíð, og hann vitnaði óræddur um frelsuna og trúgv sína á Drottin og son Hansara Jesus Kristus, segði borgarstjórin um Tord.

Annars takkaði Torbjørn Tordi fyri samstarvið. Hann segði seg vóna og vænta, at samstarvið Jóngerð Guttesen eisini fór at vera gott.

Les alla røðuna her