Meirilutin í Tórshavnar kommunu hevur sum fremsta mál í samgonguskjalinum, at bústaðartørvurin í kommununi skal loysast. Nú ger kommunan nýggjan bústaðarpolitikk.
Meirilutin í Tórshavnar kommunu er farin undir at gera nýggjan bústaðarpolitikk. Byggi- og býðarskipanarnevndin samtykti á nevndarfundi 19. juni, at umsitingin skal gera eitt uppkast til kjak um, hvussu bústaðarpolitikkurin skal síggja út.
Visjónin er, at allir borgarar í kommununi skulu hava møguleika at búgva í einum góðum bústaði. Fyrsta stigið í arbeiðinum er sambært býráðslimum í kommuni at savna dátur um, hvør tørvurin á bústøðum er, og hvat slag á bústøðum fólk vilja hava.
Hagstovan hevur gjørt útrokningar, ið vísa, hvussu fólkasamansetingin verður frá 2017-2055, og næsta stigið á leiðini er, at býráðið fær eitt uppkast frá umsitingini at byrja bústaðarpolitikkin við.
Spurningar, ið skulu umrøðast, eru millum annað, um kommunan skal gera íløgur saman við privatum íleggjarum. Kommunan kann eitt nú lata lendi bíligt til aktørar, ið vilja byggja eftir ávísum treytum, sum kommunan setir, ímun til hvør ítøkiligi tørvurin á bústøðum er.