Tráin P. Nónklett umboð teirra lesandi í stýrinum

Tey lesandi á Setrinum hava seinastu dagarnar atkvøtt fyri einum umboði í stýrið hjá Setrinum. Tráin P. Nónklett varð valdur, og hann ætlar millum annað, at Setrið skal kanna sálarligu heilsuna hjá teimum lesandi. 

– Eg stillaði upp við fleiri málum. Eg ætli mær millum annað at arbeiða fyri, at greiðir karmar eru fyri loyniligari talgildari eftirmeting av undirvísing, og at Setrið árliga skal gera eina innanhýsis kanning um sálarliga heilsu og trivnaðin hjá teimum lesandi.

Tað sigur Tráin Petursson Nónklett, ið er valdur sum umboð teirra lesandi í stýrið hjá Setrinum. Tað var rættiliga tætt ímillum Tráin, sum fekk 38 atkvøður og Ingilín Strøm, ið var næst á listanum, sum fekk 30 atkvøður.

Hvørt ár velja tey lesandi á Setrinum umboð í stýrið hjá Setrinum. Í ár buðu fimm seg fram til stýrisvalið. Undirtøkan fyri valinum var ikki stór, tí einans 11 prosent av teimum, ið høvdu valrætt, atkvøddu. Sum skilst er ein av orsøkinum til lítlu undirtøkuna helst, at nýggj tøknisskipan er sett í verk, og at nógv hava havt trupulleikar við at brúka nýggju skipanina.

Les eisini: Hesi stilla upp til stýrisvalið á Setrinum 

Tráin sigur annars við Fjúrtanda, at hann eisini ætlar sær at arbeiða fyri at gera vart við, at politisku myndugleikarnir skulu raðfesta Setrið hægri.

– Umframt hetta vil eg vera við til at varpa ljós á, hvussu stóran týdning tað hevur, at politisku myndugleikarnir raðfesta Setrið í nógv størri mun, enn hvat gjørt verður í dag, sigur hann millum annað.

Tá ið avtornaði var sum nevnt tætt ímillum Tráin Petursson Nónklett ogIngilín Strøm, ið var næst á listanum, og Tráin heldur eisini, at tey lesandi eru alt ov illa umboðað í Setrinum, sum er. Hann heldur, tað hevði verið rættast, um tvey umboð vórðu vald fyri tey lesandi.

– Tey lesandi eru ikki nóg væl umboðað á Setrinum í løtuni. Undirvísarar hava tvey umboð í Stýrinum, meðan tey lesandi bert hava eitt. Her skal eisini havast í huga, at tað sjálvandi eru nógv fleiri lesandi á Setrinum enn starvsfólk. Tí hevði tað avgjørt verið upp á pláss, at Stýrið varð breiðkað og fekk tvey umboð fyri tey lesandi. Hetta er mær vitandi ein løgtingslóg, sum skal broytast, sigur nýggja umboðið hjá teimum lesandi á Setrinum. Hann leggur afturat, at hann fer at arbeiða tætt saman við Ráði teirra lesandi fyri at tryggja góða umboðan.

– Eg fari at arbeiða tætt saman við Ráði teirra lesandi, soleiðis at vit kunnu vera við til at skapa betri umstøður og trivna fyri okkum lesandi, sigur Tráin Petursson Nónklett at enda.