Tríggjar tjóðveldiskvinnur á Climate Planet

Marin Katrina Frýdal, Turið Horn og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, luttóku allar á ráðstevnu í Keypmannahavn síðsta vikuskiftið. Turið Horn sigur, at tiltakið gekk væl. 

Í síðstu viku luttóku føroyingar á ráðstevnu á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn. Ráðstevnan bar heitið “Climate Change,” og umframt landstýriskvinnuna í orkumálum, Sirið Stenberg, luttóku Marin Katrina Frýdal og Turið Horn, býráðslimir fyri Tjóðveldi í Tórshavnar kommunu, á ráðstevnuni. Marin Katrina luttók sum nevndarlimur í SEV, ímeðan Turið Horn var á ráðstevnuni sum forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar kommunu. Hákun Djurhuus úr SEV, Árni Olsen, marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways og Gutti Winther luttóku eisini á ráðstevnuni.

Ráðstevnan var býtt í tveir partar, har fyrri parturin var fyri innbodnum, ímeðan seinni parturin var fyri almenninginum. Føroyar vóru eisini væl umboðaðar á skránni fyri tiltakið, tí Sirið Stenberg setti fyrra partin tiltakinum og Turið Horn hevði upplegg á báðum pørtum av tiltakinum. Turið Horn sigur við Fjúrtanda, at tiltakið gekk sera væl.

– Haldi, eg fekk uml 30 min, tídin gekk vid kritiskum spurningum um okkara Grønu leið, sum politikkurin hjá kommununi eitur. Vit vístu í filminum á Boðanesheimið og orkuskipanina har, okkara ókeypis bussleið, okkara el-bilar og súkklur, og hvussu vit priotera og brúka hetta í gerandisdegnum, sigur Turið Horn í skrivligari viðmerking til Fjúrtanda.

Tað var fyri ávísum kritikki, at Tórshavnar kommuna hevði valt at brúka umleið 250 túsund krónur upp á ráðstevnuna, men býráðssamgongan vísti aftur, at ráðstevnan hevði kostað ov nógv. Stórur partur av tí peningi, sum varð brúkur til ráðstevnuna, varð brúkt upp á miðlatilfar um kommununa, sum allíkavæl skuldi gerast. Eitt nú var ein filmur gjørdur um umhvørvispolitikkin hjá kommununi, sum varð vístur á ráðstevnuni.

– Bæði filmurin og uppleggið hjá mær vórðu sera væl móttikin, og fleiri komu at tosa við meg um hetta. Eg valdi eitt slagorð fyri mítt upplegg, sum var ” be the change “. Hetta vísti seg at fanga fólk sera væl bæði á tiltakinum um dagin og til uppleggið um kvøldið, sigur Turið Horn, sum sigur, at ráðstevnan gekk sera væl.

– Fólk hildu, at vit vóra sera frammaliga og fingu íblástur frá okkum; “um tit kunnu, so eiga vit eisini at kunna”, hoyrdi eg fleiri siga, og tað er i sær sjálvum stórt,” sigur Turið Horn at enda.