Annita á Fríðriksmørk sigur við Fjúrtanda, at tað enn er trúgv upp á nýskipanina. Formenninir í flokkunum tosa saman í dag.
Tað hevur verið rættiligur rumbul kring samgonguna, tí partar av Javnaðarflokkinum ikki kunnu taka undir við avtaluni í samgonguni um fiskivinnunýskipan. Løgmaður hevur sjálvur sagt við bæði Kringvarpið og In.fo, at Javnaðarflokkurin ikki er stjórnarberandi, um hann ikki megnar at standa saman í hesum málinum.
Men Annita á Fríðriksmørk, tingbólkaforkvinna í Tjóðveldi, sigur við Fjúrtanda, at trúgv enn er uppá, at tað ber á mál.
– Vit hava enn trúgv uppá, at tað er vilji í politisku skipanini fyri eini nýskipan, og eg vænti framvegis, at meiriluti verður fyri nýskipanini, sigur hon í stuttari viðmerking.
Annita á Fríðriksmørk greiðir frá, at formenninir í flokkinum hava fund í dag, tá ið Poul Michelsen er komin aftur úr arbeiðsørindum, og at arbeitt verður við at fáa semju í samgonguni.