Trúgvur ímóti tjóðskaparligum grundvirðum

Tjóðveldi fekk eitt ordans skrædl á kommunuvalinum í Klaksvík. Flokkurin misti tvey at trimum umboðum, og Steinbjørn O. Jacobsen er nú einsamalt tjóðveldisumboð í byráðnum í Klaksvík, har hann eisini endaði í andstøðu.

– Eg royni altíð at vera trúgvur ímóti mínum tjóðskaparligu grundvirðum í mínum kommunalpolitiska arbeiði. Men annars er kommunalpolitikkur ikki serliga partapolitiskur, og nógv velja heldur ikki partapolitiskt til kommunuval – uttan so, at valið verður merkt av tí landspolitiska spælinum, og tað gjørdi tað hesaferð.

– Tað er helst ongin, sum ivast í, at vánaliga kommunuvalið hjá okkum her norðuri var ein revsing fyri floksins støðu í landspolitiskum málum, serliga fiskivinnunýskipanini og í øllum kjakinum um heilsuverkið og sjúkrahúsini. Hesaferð eydnaðist tað Fólkaflokkinum at koyra eina effektiva ræðukampanju ímóti okkum. Okkara veljarar flýddu tó ikki til Fólkaflokkin, men til Sjálvstýrisflokkin, staðfestir hann.

Steinbjørn O. Jacobsen eftirlýsir tættari samskifti ímillum tjóðveldisfólkini í landsins bý- og bygdaráðum, eisini í teimum kommununum, har tað ikki verður stilla partapolitiskt upp til kommunuval.

– Vit skuldu havt fleiri felags átøk, sum onkursvegna kundu sjóvað kommunalpolitisku kósirnar saman. Vit hava nógv tjóðveldisfólk bæði sum borgarstjórar og sum meinigir kommunalpolitikarar, um tey so ikki øll eru vald á tjóðveldislistum. Tey eru tó tjóðveldisfólk, og teimum kundi man fingið somu nyttu av, sum um tey vóru vald fyri flokkin.

– Tí haldi eg, at tað hevði verið ótrúliga gott, um allir kommunalpolitikararar, sum eru tjóðveldisfólk, kundu hitst fleiri ferðir í einum valskeiði. Har kundi floksleiðslan so eisini gjørt seg sjónliga og verið tann koordinerandi parturin, sigur einsamalla tjóðveldisumboðið í Klaksvíkar Kommunu.

Tjóðveldi í kommunupolitikki