Klokkan 18.00 fer bussur av farstøðini og um 19.00 tíðina fara fólk til gongu niðan á tindin. Enn eru pláss í bussinum.
Aftur í ár skipar Unga Tjóðveldið fyri túri niðan á Slættaratind. Síðan 2012 hevur túrurin verið fyriskipaður, og undirtøkan fyri gongutúrinum hevur verið støðugt vaksandi.
– Enn eru pláss í bussinum, og eg vil bert heita á øll um at koma við á túrin, sigur Elsa Berg, forkvinna Unga Tjóðveldisins.
– Tað er eitt sindur grátt í veðrinum, og um so er, at tað er ov nógvur mjørki, verður túrurin kanska heldur niðan á Eiðiskoll. Hesum ber til at fylgja við í á facebook tiltakinum, leggur Elsa Berg afturat.
Bussur fer av farstøðini klokkan 18.00 og kostar 50 krónur fyri limir og 100 fyri onnur. Til ber at melda seg til bussin við at ringja á 210096.