TUSSUMOYGGJAR vóru gjørdar til Fjúrtanda

Í summar hevur verið forvitnislig serframsýning við verkum hjá Williami Heinesen. Framsýningin var framúr góð og nógv vitjað. 

Karin Kjølbro greiðir frá broti úr søguni hjá Fjúrtanda, 

Tað gleddi meg so sera at síggja TUSSUMOYGGJAR aftur eitt klipp, sum William Heinesen gjørdi til frama fyri floksblað okkara í 1983. Undirritaða var blaðstjóri, og blaðið hevði, sum flestu bløðini – eisini tá,  tungan rakstur. Vendi mær til William, sum segði ja beinanvegin.

Gjørdir vórðu 1000 lutaseðlar á 100 kr. Hetta var ørandi upphædd tá. Tá drigið varð, meldaði ongin vinnari seg.

Helt ikki, eg kundi loyva mær at hava myndina hangandi, og gjørdi tí av at geva Listafelagi Føroya myndina í gávu frá Tjóðveldisflokkinum. Eg visti, at mong teirra, sum stovnaðu flokk okkara, vóru tey somu, sum stovnaðu listafelagið í Keypmannahavn undir krígnum.

Umframt lutaseðlarnar var eisini gjørd plakat av tussumoyggjunum á prentsmiðju 14. septembers á Bryggjubakka (har Kaffihúsið heldur til). Á 1. hædd var blaðstjórnin. Deiligt umhvørvi við dugnaligum og fittum fólkum. Tróndur Nybo av Hvítanesi var prentari og gjørdi plakatina. Víst lættu Tussumoyggjar um hjá Fjúrtanda.

Samstundis var tað gott fyri felagsskapin á blaðnum og í flokkinum. Flestu tingmenn seldu lutaseðlar í sínum valdømi. Teir fingu eitt hefti hvør við 50 seðlum. Ein teirra var so stórtøkin, at hann keypti allar seðlarnar sjálvur.

Vert er at leggja aftrat, at William Heinesen var 83 ár, tá hann gjørdi hesa kátu mynd. Og hon var ikki tann seinasta. Tá eg var eftir myndini segði hann:

Hetta er ein variatión yvir eitt tema, ið mær hevur dámt væl at arbeiða við. William Heinesen gjørdist 91 ár og var altíð góður at heita á.

 

Her sæðst øll myndin, ið William Heinesen gjørdi fyri Fjúrtanda September í 1983.