Tveir leiðandi katalanskir loysingarmenn fongslaðir

Tveir katalanskir loysingarmenn, ið høvdu týðandi leiklut í sambandi við fólkaatkvøðuna, eru varðhaldsfongslaðir av sponsku myndugleikunum undir illgruna fyri at eggja til uppreistur. 

Jordi Sánchez og Jordi Cuixart, tveir leiðarar í katalansku loysingarrørsluni eru fongslaðir av sponsku myndugleikunum undir illgruna fyri at hava eggjað til uppreistur. Jordi Sánchez er leiðari í Assembla Nacional Catalana, ið er áhugafelag, sum arbeiðir fyri katalanskum fullveldi. Felagið vil eisini, at allir fyrrverandi katalanskir landslutir við tíðini verða savnaðir. Jordi Cuixart er leiðari í Òmnium Cultural, sum er ein felagsskapur, ið fyrst og fremst arbeiðir fyri katalanskum máli og mentan, men sum seinastu árini eisini hevur sett loysingina á dagsskrá. Jordi Cuixart hevur fyrst og fremst talað fyri, at katalanska fólkið sleppur at taka støðu til ríkisrættarligu støðu sína.

Charles Puigdemont, forsetin í Katalonia vil hava sponsku stjórnina til samráðingarborðið

Báðir verða kannaðir fyri eitt mótmæli, ið var 20. september, tá ið spanskir løgreglumenn vórðu lokaðir inni í einum bygningi í Barcelona. The Guardian skrivar, at umleið 200 fólk savnaðust uttan fyri høvuðsskrivstovuna hjá katalansku landsstjórnini mánadagin fyri at sýna Jordi Sánchez og Jordi Cuixart stuðul.

Støðan viðvíkjandi katalanskari loysing er ógreið, eftir at stórur meiriluti atkvøddi fyri loysing 1. oktober. Spanskir myndugleikar lýstu fólkaatkvøðuna at vera ólógliga, og spanskir løgreglumenn forðaðu katalanum at atkvøða. Hald varð lagt á atkvøður, fólk drigin frá atkvøðukassunum og fleiri, ið roydnu at atkvøða, vórðu løstað.

Hósdagin í síðstu viku skuldi Charles Puigdemont, forsetin í Katalonia eftir ætlan lýsa landið sum sjálvstøðugt ríki. Og tað gjørdi hann við kunngerð, men ógyldaði kunngerðina stutt eftir og heitti í staðin á sponsku stjórnina um at samráðast við seg um úrslitið av fólkaatkvøðuni. Spanska stjórnin kravdi at fáa greitt svar um, hvørt Katalonia hevði loyst ella ikki, men í svarið í gjár var Puigdemont ógreiður og heitti aftur á spanskar myndugleikar um at koma til samráðingar.