UEFA stuðlar ælabogalitunum

Upp undir jól koyrdi UEFA eitt nýtt átak av bakkastokki, ið nevnist “Outrage”. 

Boðskapurin í átakinum er, at fótbólturin skal standa saman um at berjast móti mismuni vegna húðarlit, kyn, átrúnað og seksuella sannføring. Nøkur av teimum størstu fótbóltsnøvnunum traðka fram og tala ímóti diskriminering. 

Sí sjónbandið her: 

https://www.uefa.tv/video/vod/204829/

FSF vóru skjótir at stuðla UEFA í at berja niður ætlanina hjá evropeisku stórfeløgunum at skipa sína egnu kapping.  Fíggjarliga hevði tað nevniliga verið ein dyggur smeitur hjá føroyska fótbóltsheiminum. 

Heilt øðrvísi er tað tó við á hesum átakinum hjá UEFA, sum berjist ímóti mismuni. 



Einki aftursvar