Tað er Tjóðveldi sum flokkur, ið eigur og rekur 14. september. Eitt redaksjónstoymi tekur sær av dagliga virkseminum. Aðalstjórnarformaðurin hevur evstu ábyrgd av miðlinum.

Virðisgrundarlagið hjá 14. september eru hugsjónirnar um fólkaræði, føroyskt sálvbjargni og føroyskt fullveldi. Miðilin er tó óheftur av politiskt valdu umboðum floksins og hevur redaksjonelt frælsi.

14. september ætlar ikki at kappast við hinar internetmiðlarnar um at vera fyrstur við øllum møguligum og ómøguligum sløgum av tíðindum, men tíðindaportalurin fer javnan at verða dagførdur við útvaldum tíðindum, hugleiðingum og boðskapum.

Til ber at senda teldupostar til miðlin á ritstjorn@fjurtandi.fo ella við at skriva til ein av persónunum handan dagliga raksturin av miðlinum, um tú hevur tíðindi, eina hugleiðing ella onkra áheitan til miðilin.

Petur í Gong er aðalstjórnarformaður í Tjóðveldi og harvið stjóri á Fjúrtanda.
Telefonnummar: +298 233142
Teldupostur: petur@fjurtandi.fo

Regin Winther Poulsen  er ritstjóri og rekur dagliga virksemi á Fjúrtanda.
Telefonnummar: +298 274222
Teldupostur: regin@fjurtandi.fo

John Dalsgarð skrivar fyri Fjúrtanda og er partur av ritstjórnini.
Telefonnummar: +298 599001
Teldupostur: john@fjurtandi.fo