Ungmannafeløgini ársins hinskynd

Til ársins LGBT pride vórðu Unga Tjóðveldið, Framsøkin Ung, Unga Samband og Sosialistisk Ung vald ársins hinskynd. 

Ungmannafeløgini hava saman og hvør í sínum lagi havt ein avgjørdan leiklut í, at hjúnarbandslógin varð broytt, soleiðis at samkynd nú kunnu giftast í Føroyum. Og í dag vórðu tey fýra ungmannafeløgini, ið hava barst fyri hesum rætti, heirað við árligu virðislønini hjá LGBT – ársins hinskynd.

Eitt serligt var tó hesa ferð við virðislønini, tí LGBT hevði broytt heitið á henni til “Ársins hinskynd pluss”, tí ungmannafeløgini jú sjálvsagt ikki eru hinskynd.

Í røðuni, sum tey fýra ungmannafeløgini hildu saman, segði Hervør Pálsdóttir eisini, at hóast ungmannafeløgini vóru ársins hinskynd, so vóru tey sjálvandi í veruleikanum alkynd.

Annars takkaðu umboð fyri ungmannafeløgini fyri prísin, og lovaðu øll fýra, at tey framvegis fara at stríðast fyri rættindum hjá teimum samkyndu.