Uppbyggilig umrøða vantar

Síðan 2007 hava vit vitað, at umfatandi broytingar fóru at verða framdar í okkara fiskivinnu.

Síðan 2007 hava myndugleikarnir, við ávísum politiskum oddfiskum sum høvuðsábyrgdarar, latið staðið til, í teirri trúgv, at havsins tilfeingi, fólksins ogn, var nóg væl hagreidd og handfarið av nøkrum fáum pengasterkum fyritøkum, ofta við útlendskum kapitalinnspræningum í holutu lummunum.

Øll hesi árini, til og við 2015, hava somu myndugleikar og ráðandi oddfiskar vinnunar ligið á varðhaldi oman á gullinum og hótt við morði og brandi, um onkur óviðkomandi tordi at nærkast einari loysn, ið fór at geva tí vanliga føroyinginum, fólkinum í Føroyum, betri atkomuleika til gullið, fólksins ogn.

Nógvar hugsanir og áskoðanir geva seg til kennar í hesum døgum, serliga atfinningarsamar ímóti uppskotinum hjá fiskimálaráðharranum, sum nú er alment til hoyringar, áðrenn endaligt uppskot um nýggja lóggávu á økinum verður lagt fyri tingið.

Atfinningarsomu røddirnar halda uppá, at verandi skipan er nóg góð, so at skilja, at alt tað livandi tilfeingið í sjónum gevur longu sum er mest møguligt avkast, og at fiskiskapurin verður rikin á burðardyggum grundarlag.

Hetta sjónarmið kann tykjast at hava eitt vet av sannleika í oyrunum hjá summum. Hyggja vit eftir tølunum fyri veidd botnfiskasløg, í høvuðsheitum tosk, hýsu og upsa, so bendir alt á annan bógv. Harumframt gevur verandi skipan ávísum pengasterkum aktørum ein fyrimun, ið ger tað nærum ógjørligt hjá øðrum væl kvalifiseraðum, men ikki nóg pengasterkum aktørum at sleppa framat tilfeinginum, og soleiðis fáa skapta eina munandi virðisøking, samlað sæð. Eisini er verandi skipan við til at halda okkum øllum føstum í einum siðbundnum mynstri, har tað fyrst og fremst verður hugsað í nøgd og ikki so nógv í dygd.

Funnist verður at uppskotinum um fiskivinnunýskipan, at hetta verður sett í verk og fer at forkoma øllum tí, sum nú tykist at rigga so væl, hjá ávísum pørtum í vinnuni, og í ávísum pørtum av landinum.

Skal hetta vera undanførslan fyri einki at gera, heldur ikki nú, ið tímaglasið er um at vera runnið, so er lítil vón fyri framman, um at nøkur nýskipan yvirhøvur nakrantíð fer at síggja dagsins ljós. Vit hava søguligan møguleika at gera eina mynstur skipan fyri vinnu, land og fólk, sum allir partar eiga at viðgera og umrøða í uppbyggjandi álvara.

Uppskotið er torskilt. Tað er ikki nóg mikið at lesa tað eina ferð í gjøgnum, hóast tað kann vera ein góð hjálp hjá teimum, sum veruliga ynskja at hava eina meining um uppskotið, at fáa tað lisið í fullum líki. Saman við álitinum, sum kom frá nýskipanarbólkinum 3. oktober í 2016, gevur tað eitt sera gott grundarlag at grunda eitt uppbyggiligt orðaskifti á.

Tað er umráðandi at hava fokus á endamálið við nýskipanini, og út frá tí gera tær skilabestu tillagingarnar, ið uppskotið krevur at fáa, áðrenn flestu partar kunnu taka undir við tí. Vit kunnu ikki loyva okkum at siga alt ella einki, nú so stutt tíð er eftir til verandi skipan fer úr gildi.

Tó mugu teir, sum hava víðar karmar í vinnuni í dag, og sum kunnu sigast at hava avgerandi orðið at siga í fiskivinnuligum høpi, so ella so fyrireika seg til broytingar, kanska rættiliga munandi broytingar, tó ikki vist til tað verra.