Uppvenjingarhylurin umvælast

Á facebook síðuni hjá landssjúkrahúsinum stendur, at uppvenjingarhylurin verður umvældur í næstum, og hann verður væntandi klárur at taka í nýtslu í heyst. 

– Í heyst verður hylurin hjá fysioterapiini væntandi klárur at taka í nýtslu aftur, nú játtan er komin til at gera hann í stand. Hylurin hevur annars ikki verið brúktur í nógv ár. 

Tað stendur at lesa á Facebook síðuni hjá landssjúkrahúsinum. Á síðuni stendur eisini, at hettar fer at merkja betri uppvenjingar til giktasjúk, skurðsjúklingar, hjá fólki við neurologiskum sjúkum og øðrum.

Sirið Stenberg gleðist á Facebook vanga sínum um tíðindini og vísir á, at hettar eru stór framstig fyri uppvenjing í Føroyum.

Uppvenjingarhylurin á landssjúkrahúsinum verður nú umvældur. Í mong ár hevur hylurin ikki verið brúktur, men vónandi verður hylurin tøkur aftur seinni í ár. Gott fyri sjúklingar, sum tørva uppvenjing í heitum hyli. Og ein stórur bati fyri uppvenjingina sum heild, sigur hon.