USA tikið seg úr UNESCO

USA hevur sagt limaskapin í UNESCO upp. Orsøkin er, at Palestina fekk limaskap í felagsskapinum í 2011. USA heldur hetta vera anti-ísrealskan atburð. Myndugleikarnir í Palestina eru skakaðir. 

Heather Nauert, talsfólk hjá amerikanska uttanríkismálaráðnum kunngjørdi fyri løtu síðan, at USA tekur seg úr UNESCO, ið er mentanarligur felagsskapur undir ST.

Sambært amerikanska uttanríkismálaráðinum er tað anti-ísrealski hugburðurin hjá UNESCO, sum nú fær avleiðingar. Tað er limaskapurin, sum Palestina fekk í 2011, sum USA heldur vera greitt tekin um, at UNESCO eru fíggindarliga sinnað móti Ísreal. Mustafa Barghouti, aðalskrivari hjá Palistinska National Initiativ, sigur avgerðina hjá USA vera greitt tekin um, at USA er pro-ísrealskt, og rópar avgerðina “niðurbrótandi og vanæruliga”.

Bargouti leggur aftrat, at “fyrr ella seinni fer USA at síggja Palestina í øllum ST stovnum” og spyr síðan, um USA tá ætlar sær at lima seg úr øllum ST stovnum.

Irina Bokova, aðalstjóri í UNESCO harmast í skrivi um boðini frá amarikanska uttanríkismálaráðharranum, Rex Tillerson. Hon skrivar, at UNESCO er ein felagsskapur, sum virkar fyri altjóða friði og tryggleika nú hatur og harðskapur hótta, umframt at verja mannarættindi og at sýna manslæti.

Hon vísur á, at UNESCO hevur tørv á USA, og USA tørvar UNESCO nú víðgongdar hugsjónir og yvirgangur hótta hesi virði.

Kelda: Aljiazeera