Útferð við Norðlýsinum í dag

Klokkan 17.oo í dag fer Unga Tjóðveldið útferð við Norðlýsinum. Øll loysingarsinnað eru vælkomin við, sigur forkvinnan Elsa Berg. 

Klokkan 17.00 í dag verður útferð við Norðlýsinum, ið Unga Tjóðveldið skipar fyri. Talan er um túr, ið hevur verið skipaður fyri í nøkur ár sum partur av summaskránni hjá Unga Tjóðveldinum.

– Túrurin við Norðlýsinum er altíð ein hugnaligur túrur og øll loysingarsinnað eru vælkomin við, sigur Elsa Berg, forkvinna í Unga Tjóðveldinum í stuttari viðmerking.

Norðlýsið siglir úr Vágsbotni, og túrurin kostar 100 krónur.