Útlendingaøkið yvirtakast við ella uttan danskt samtykki

Poul Michelsen fer til Danmarkar í dag, har hann millum annað skal á fund við Inger Støjberg um at yvirtaka útlendingaøkið. Inger Støjberg hevur víst lítlan samráðingavilja, og Poul Michelsen sigur, at útlendingaøkið tí verður yvirtikið frá føroyskari síðu uttan danskt samtykki, um danir ikki broyta kós. 

– Vit eru øgiliga misdnøgdir við handfaringina hjá Inger Støjberg. Vit hava kravt, at har skulu aðrir bollar í suppuna, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnu- og uttanríkismálum. Hann er avgjørdur á málinum.

– Eg bleiv landsstýrismaður í september, og eg haldi, vit høvdu okkara fyrsta fund í oktober í 2015. Har undirskrivaðu vit eina avtalu um, at innan 1. juli í 2016, skuldu vit hava fingið avtalu upp á pláss. Nú skriva vit 2017. Tað hevur tikið nógv longri tíð enn upprunaliga tíðarskeiðið, men vit eru faktiskt ikki komin ein pinn longri, greiðir Poul Michelsen frá.

Poul Michelsen fer av landinum í dag og skal á fund við Inger Støjberg í morgin um útlendingaøkið. Útlendingaøkið er ímillum yvirtøkumálini í samgonguskjalinum, men tað hevur sambært landsstýrismanninum gingið striltið við samráðingunum, tí danska málaráðið hevur verið tungt at dansa við.

Trupulleikin hevur verið Schengen, har danir ikki halda, at føroyingar kunnu gerast limir. Poul Michelsen avvísir ikki, at Schengen kann vera ein trupulleiki, men hann vísir á, at Danmark ikki er partur av øllum trygdarsamstarvum í Europol, men at tað hevur borið til hjá teimum at fáa eina avtalu í lag, har upplýsingar kunnu útvekslast.

– Schengen er trupulleikin, siga tey. Men vit hava sagt, at so má okkurt annað gerast. Vit hava eina norðurlendska avtalu, ið má kunna brúkast. Vit hava biðið tey koma við einum uppleggi, har tað stendur at vit yvirtaka økið við norðurlendsku pass-avtaluni sum grundarlag. So má Schengen vera Schengen, slær Poul Michelsen fast.

– Vit mugu sjálvandi finna eina mannagongd, har vit kunnu útveksla upplýsingar við Schengen. Trupulleikin er nakað tann sami, sum Danmark er í viðvíkjandi Interopol ella Europol. Danmark er ikki við í hesi trygdarloysnini og hevur varðveitt tað, sum eitur forbehold. Har sita so tvey fólk og arbeiða fyri Europol í Danmark og veita løgregluni í Danmark upplýsingar eftir ynski. Upp á tann mátan stýrir tú, at Danmark ikki sleppur beinleiðis inn í dátugrunnin, sigur Poul Michelsen.

– Vit royna at siga við tey, at vit mugu gera onkra tílíka avtalu við Schengen her, soleiðis at vit kunnu fáa tær upplýsingar, sum okkum tørvar, fyri at viðgerða visum, integratión, teir flóttar og alt tað, sum skal til, greiðir Poul Michelsen frá.

Men á fundinum í morgin fer Poul Michelsen at samráðast um seinastu staðfestingina hjá føroyska uttanríkismálaráðnum. Tey hava boðað danska integratiónsráðharranum frá, at um tað ikki ber til at samráðast meira, mugu føroyingar tilskila sær rættin at yvirtaka økið, uttan fleiri samráðingar

– Um vit ikki fáa nakra avtalu í rættlag, so mugu vit brúka rættin, sum er í yvirtøkulógini, sum sigur, at eftir samráðingarnar eru lidnar, skulu vit yvirtaka økið. Vit føla tað sum, at vit hava nú 4-5 faldað tíðina í samráðingunum, uttan at tey flyta seg nakað serligt. So mugu vit rokna tíðina sum lidna. Vit taka okkum rætt at yvirtaka tað, og tað er tað, sum eg fari niður til nú, sigur landsstýrismaðurin.

– Eg gangi út frá, at tey reagera av hesum, sigur Poul Michelsen, sum sjálvur vísir á, at tað hevði ikki verið best fyri hvørki Danmark ella Føroyar, um tað kemur so langt, men hann heldur hinvegin at, tá ið danir ikki vilja samráðast, mugu onnur stig takast.