Útlit fyri semju um nýskipanina í dag

Eftir at nakað av óvissu um fiskivinnunýskipanina hevur verið í morgun tykist nú greitt, at samgongan hevur 17 atkvøður aftan fyri uppskotið. 

Tað hevur verið nakað av óvissu kring uppskotið um sjófeingi hjá samgonguni í morgun, nú triðja viðgerð av uppskotinum skjótt byrjar. Kristin Michelsen var sambært in.fo um at taka undir við einum broytingaruppskoti hjá andstøðuni, ið leggur fleiri broytingaruppskot fram. Men nú sigur sami miðil, at Kristin er vorðin samdur við samgonguna, samstundis sum tey í Framsókn eisini eru nøgd við tey broytingaruppskot, sum samgongan hevur.

Dagurin í dag kann sostatt gerast søguligur, tí fiskivinnunýskipanin er helst ein hin týdningarmesti og mest umfatandi reformurin í nýggjari tíð. Málið hevur eisini verið aðalmálið hjá samgonguni, sum fær eitt tiltrongt andarúm, um nýskipanin verður samtykt. Í Javnaðarflokkinum hevur ymiskt ónøgd verðið við skipanina, og flokkurin hevur ikki havt sama stev sum samgongan. Men eftir tógvið stríð tykist øll samgongan nú samd.