Fyrr í vikuni boðaði Poul Michelsen frá, at uttanríkipolitiska lógin skal endurskoðast. Nú boðar løgmaður frá, at avmarkingarnar skulu takast úr lógini.
Mánadagin sendi Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum tíðargrein til Jyllands -posten í Danmark, har hann boðaði frá at stirvna tulkingin av grundlógini frá donskum myndulleikum var eitt haft um beinið fyri Føroyar. Hann boðaði eisini frá, at uttanríkispolitiska lógin, ið bindir Føroyar saman við hinum ríkispartunum í uttanríkismálum, var ein spennitroyggja fyri at fremja føroysk áhugamál.
Aksel V. Johannesen, Løgmaður, ið seinastu dagarnir hevur verið á ríkisfundi, boðar nú í tíðindaskrivi frá, at uttanríkispolitiska lógin skal endurskoðast. Løgmanskrivstovan skrivar, at niðurstøðan av fundinum var, at uttanríkispolitiska lógin skal eftirmetast, samstundis sum ítøkiligir trupulleikar í skipanini skulu viðgerast. Tað var ein av niðurstøðunum á ríkisfundinum á Christiansø í dag, har Lars Løkke Rasmussen, Kim Kielsen og Aksel V. Johannesen eru á ríkisfundi.
Les eisini: Ber ikki til at røkja føroysk áhugamál
Føroyskir myndulleikar hava fleiri ferðir heitt á donsku stjórnina um at broyta lógina, tí hon samanbindir Føroyar og Grønland, sum hóast vinatjóðir hava beinleiðis mótstríðandi áhugamál í summum førum.
– Fleiri dømi eru um, at uttanríkispolitiska lógin forðar okkum í at leggja uttanríkispolitiskar ætlanir eftir egnum tørvi. Tað er ikki nøktandi. Skulu vit røkja okkara áhugamál úti í heimi, er neyðugt at taka burtur avmarkingarnar í uttanríkispolitisku lógini, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður í tíðindaskrivinum, ið Fjúrtandi hevur fingið frá Løgmansskrivstovuni.
Ríkisfundurin komandi ár verður í Føroyum.